Sligo Rovers leikti javnleik á útivølli

Liðið hjá Stefan Radosavljevic er triðaftast í bestu írsku fótbóltsdeildini

Stefan Radosavljevic fekk 25 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Sligo Rovers leikti javnleik 1-1 móti Shelbourne á útivølli í kvøld í dysti í bestu írsku fótbóltsdeildini. 

 

Shelbourne legði seg á odda tá bert fýra minuttir vóru leiktir. Tá 34 minuttir vóru farnir javnaði Niall Morahan til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

 

Sligo Rovers er triðaftast í deildini við 23 stigum. Liðið hevur bert fingið fýra stig í sjey teimum seinastu dystunum.

 

23. juni fær Sligo Rovers ein góðan møguleika at fáa ein sigur. Tá møta teir UC Dublin á útivølli. Dublin hevur bert seks stig og er langt aftast í deildini.

 

Stefan fer nú at ferðast heim til Føroya at fyrireika seg saman við liðfeløgunum á landsliðnum til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania á Tórsvølli 17. og 20. juni.