Sjómenn og onnur, sum arbeiða í fiskivinnuni, ella aðrastaðni, og sum eru uppslitin áðrenn tey fylla 67 ár, skulu kunna fara frá við pensjón.
Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna.
Og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina skipan, har slitfólk, sum ikki kunnu halda fram at arbeiða til tey hava rokkið vanligan pensjónsaldur, sum er 67 ár, skulu kunna lata seg pensjónera áðrenn.
Tí vil hon nú hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal gera eina serliga pensjónssipan til sjómenn, og onnur slitfólk, so at tey kunnu fáa fólkapensjón tá ið tey fylla 60.
- Hetta eru menn, sum hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, og tí skyldar samfelagið teimum betri sømdir, tá yrkisleið teirra á sjónum er liðug,
Hon sigur, tað kunnu eisini vera útróðrarmenn, arbeiðsfólk í fiskivinnuni, ella kvinnur í røktararbeiði, sum eru raktar av arbeiðssliti og ikki eru arbeiðsførar heilt fram til pensjónsaldurin, og sum eiga at sleppa frá við pensjón, áðrenn tey hava fylgt 67 ár.
- Ætlanin er, at hetta skal verða ein yvirgangs skipan, til pensjónsnýskipanin, sum eisini umfatar hesar borgararnar, verður sett í verk.
Hon vísir á, at íslendingar hava serliga sjómannapensjón, sum kann geva sjófólkum fulla pensjón aftan á 60 ára aldur undir.
Hon sigur, at tað er ringt at siga, hvat ein slík skipan hevði kostað, tí vit hava ongi tøl fyri tí.
Men tøl frá Almannaverkinum visa, at í fjør fingu 772 fólk ímillum 60 og 67 ár, fyritíðarpensjón. Av teimum fingu 259 fólk, hægstu fyritíðarpensjón, 135 menn og 124 kvinnur. Samstundis fingu 350 fólk miðal fyritíðarpensjón, 131 menn og 219 kvinnur og 163 fólk fáa lægstu fyritíðarpensjón, 54 menn og 109 kvinnur.