Sløkkiliðið basti eldinum

Eingin mansskaði hendi, tá eldur kom í eini sethús í Krossgøtu í Havn í kvøld.

Fyri løtu síðan bóru vit tíðindini frá vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn um, at eldur var í einum sethúsum í Krossgøtu í Havn.

 

Hetta spældi tíbetur alt væl av. Myndamaður hjá in.fo var á staðnum og tók hesa myndina av húsunum, sum eldur var í.

 

Sum skilst, var eldurin íkomin á loftinum, men hann gjørdist ongantíð so nógvur, at húsini stóðu í ljósum loga.

 

Tá in.fo hevði samband við myndamannin fyri løtu síðan, hevði sløkkiliðið havt roykkavarar inni, sum syrgdu fyri, at eldurin varð sløktur.

 

Tíbetur hendi eingin mansskaði í tilburðinum í Krossgøtu í Havn í kvøld.