Slovakia er greiður favorittur móti føroysku hondbóltskvinnunum

Føroyska kvinnulandsliðið spælir seinnapartin fyrra venjingardystin móti Slovakia

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Slovakia fyri at spæla tveir venjingardystir móti slovakiska kvinnulandsliðnum, ið eisini skal kappast í EM-endaspælinum í november og desember. Tí er talan um tveir týðandi dystir í fyrireikingunum til EM-endaspælið, har Danmark, Sveis og Kroatia vera mótstøðuliðini hjá Føroyum í innleiðandi bólkaspælinum. 

 

Fyrri dysturin móti Slovakia verður leiktur seinnapartin klokkan 17.

 

Tvær altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og hava tær báðar Slovakia sum greiðan favoritt.

 

Oddsini upp á heimasigur til Slovakia eru 1,25 hjá Bet-at-home og 1,28 hjá 1xBet.

 

Oddsini upp á javnleik eru 9,50 hjá báðum veddingarfyritøkunum.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar eru 4,70 hjá Bet-at-home og 4,83 hjá 1xBet.

 

Seinni venjingardysturin millum Slovakia og Føroyar verður leiktur í morgin klokkan 14.