Trætumálið millum Landsverk og tey, ið hava bátar liggjandi á Gomlurætt, verður nú loyst Seinrapartin hevur fundur verið millum umboð fyri Tórshavnar kommunu og Landsverk um málið, ið tók seg upp tá Landsverk herfyri álegði bátaeigarum á Gomlurætt at flyta bátarnar burtur, tí eingin avtala var um at hava teir liggjandi her.
Orsøkin til kravboðini var, at Gamlarætt er landshavn og ferjulega hjá Strandferðsluni. Tí hevur tað higartil verið trupult eisini at hava smábátar liggjandi í hylinum uttan skipaða avtalu.
Partarnir samdust um at taka upp samráðingar um eina leiguavtalu millum kommununa og Landsverk, ið tryggjar smábátaeigarunum framhaldandi pláss á Gomlurætt.
Fundur verður aftur millum partarnar í næstu viku, har uppskot til avtalu verður viðgjørt nærri. Samstundis er avtalað at smábátarnir, ið talan er um, eini 15 ella fleiri, kunnu verða liggjandi á Gomlurætt.
Avtalan fer eisini at bera í sær at pláss verður fyri upp aftur fleiri bátum á Gomlurætt í framtíðini.
Á fundinum vóru formaðurin í havnanevndini, Leivur Hansen, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, og havnarmeistarin, Jónsvein Lamhuage, fyri Tórshavnar kommunu og Oyvindur Brimnes, stjóri og Fríðfinnur Nolsøe leiðari á havnardeildina hjá Landsverki.
Á myndini síggjast Leivur Hansen, formaður í havnarnevndini og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í smábátahavnini í Vágsbotni.
kelda: www.torshavn.fo