Smágentur hjá HF royna seg í DM

Hósdagin fóru smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag til Danmarkar, har tær í hesum døgum skulu royna seg í kappingini um danmarksmeistaraheitið.

Liðið, ið er farið til Danmarkar, er smágentur A, og tað vóru júst tær, ið gjørdust føroyameistarar í rútmiskum fimleiki í februar mánað.

Kappast í tveimum íðkanum
Sjálv kappingin um DM fer fram í Odense, og kappast verður leygardagin í Odense Idrætshal. Tær føroysku genturnar skulu royna seg í tveimum ymiskum íðkanum. Onnur er ein frí íðkan, meðan hin íðkanin skal verða við hondamboðum.
Í tí førinum, har íðkanin er við hondamboðum, luttaka tey donsku liðini við eini amboðsíðkan við vimpli, meðan tær føroysku genturnar luttaka við gjarum.
Steðgurin hjá føroysku gentunum í Danmark er ikki drúgvur, tí tær koma heim aftur longu sunnudagin.
Spurningurin er so, um smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag fara at standa seg eins væl og onnur lið hjá felagnum, ið áður hava tikið lut í DM við glæsiligum úrsliti.