Smúkkur skulu til

Tey, sum selja silvur til føroysku klæðini og prýðislutir annars, hava úr at gera undan ólavsøkuni

Onkur skal kanska hava seinastu knapparnar til føroysku klæðini, annar vil kanska hava nýtt prýði at festa í oyra o.s.fr.


Í evstu løtu

Felags fyri nógv av hesum er í øllum førum, at nú er um at vera seinasta freist, um alt skal fáast til høldar til hesa ólavsøkuna.

Og tað eru veruliga nógv, sum bíða til seinastu løtu við at keypa. Í øllum førum, um vit skulu trúgva handilsfólkunum, sum selja hesar vørurnar.

Hans Korsgaard, sum er ein av eigarunum í 3?aranum í SMS, sigur, at tey sjálvandi selja nógvar smúkkur undan ólavsøkuni.

-Tað skuldu vit helst eisini gjørt hesa tíðina, leggur hann afturat. Hann sigur, at talan er um alskyns slag av smúkkum. Sjálvandi eru nógv, sum vilja ogna sær seinastu silvurlutirnar til føroyska búnan, men at talan eisini er um prýði av øllum møguligum øðrum slag.


Nógv frá Anker Eli

Kanska mest forvitnisligi parturin av vørunum hjá 3?arunum munnu vera smúkkurnar, sum føroyingurin, Anker Eli Petersen, hevur designað.

Hesar komu á marknaðin fyri fáum mánaðum síðani, og hóast teir ikki hava gjørt serliga nógv við at lýst við hesum, so letur Hans sera væl at søluni.

-Vit hava so at siga ikki skrúvað rættuliga upp fyri marknaðarføringini av hesum enn, men kortini eru lutirnir longu nú sera væl umtóktir, sigur Hans. Hann leggur afturat, at tað heldur ikki bert eru føroyingar, sum tykjast áhugaðir í hesum prýðislutum.

Gjøgnumgangandi motivið í røðini er norrøna gudalæran, og hetta hevur viðført, at stórur áhugi er fyri hesum uttanlands, greiðir Hans frá. Eitt nú nevnir hann amerikanarar: Tey hava jú so at siga ongan siðsøguligan arv at vísa á, og tí verða tey ofta rættuliga fasinerað, tá tey so bera eyga við slíkar lutir, sum jú umboða ein týðandi part av okkara søgu, sigur Hans.

Ein lítil trupulleiki í hesum sambandi er tó, at faldararnir, sum 3?arin lat gera til røðina, enn ikki eru komnir til landið. -Serliga eru tað útlendsku ferðafólkini, sum vilja lesa eitt sindur um evnið, men hetta hava vit so loyst, við at biðja um navn og bústað, og síðani verða faldararnir sendir, tá vit hava fingið teir, sigur Hans.


Smíða dag og nátt

Niðri við Kongabrúnna, har Niels L. Arge heldur til, hava tey eisini úr at gera.

Ja, so nógv, at tað stendur á hjá teimum at evna nóg mikið til av knappum, spennum og øðrum: -Vit klára tó at arbeiða tað mesta undan, men tað eru tó eisini fleiri, sum fáa eitt nei, tí tey koma ov seint við bíleggingini av vøruni, sigur Regin Arge av verkstaðnum.

Hjá Niels Arge evna tey silvurið til sjálvi, men Regin vil tó ikki siga, hvussu nógv silvur tey nýta til ólavsøkuna, ella hvussu stórur partur av samlaðu nýtsluni talan er um. Hann viðgongur tó, at talan er um ein góðan part, ella sum hann málber seg: -Tað er akkurát sum at hava eina eyka jólasølu., øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyska arbeiðið

Í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Før. gudstænasturnar

í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.

(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09

fax. 32 58 61 49

e-mail:

kristnastova@get2net.dk

Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.

Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.

Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Esbjerg

Danmarksgade 25,

6700 Esbjerg, tlf. 75132747

Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.


Føroyskt

barnamøti

Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Heimamissiónin

Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.


Føroyingarfelagið

í Aalborg

Lille Kongens Gade 10 B.

Tel. 98136330

Húsið er opið soleiðis:

Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00

Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 33 23 15 87

Fax 33 23 15 18

Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Heimasíða:

www.faroehouse.dk

E-mail:

postur@faroehouse.dk

Upplatingartíðir:

mánadag?fríggjadag:

kl. 16.00?19.00.

28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.

28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D

8000 Århus C

Telefon og fax: 86180604

Teldupostur:

aarstova@teliamail.dk

Heimasíðan:

welcome.to/aarstova

Áarstova er opin soleiðis:

Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18

Føroysku bløðini liggja frammi.

Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03

Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.

Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:

MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.

Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).

Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).

Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.

Ítróttartiltøk:

Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.

Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.

Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.


Føroyingafelagið

Vesturskin,

Bergen

Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.


Føroyingar

í Noregi

E-mail:

foroyar@norden.no

Heimasíða:

www.norden.no/foroyar

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.


Føroyingafelagið

í Reykjavík

Ølduslóð 27

220 Hafnafjørður, Ísland

Tlf. 565 4883

E-mail: forrek@visir.is