Smálombini komin

Fyrstu smálombini hava sæð dagsins ljós, hóast veðrið enn ikki boðar frá vári

Um hesi lombini á myndini eru tey fyrstu í ár er ilt at siga, men tey eru millum tey fyrstu í Vági. Tey sóu dagsins ljós tann 28. mars. Mamman er sostatt tvílemba. Hon er sjey vetrar gomul og hevur fleiri ferðir áður lembt tvey lomb, men ongantíð innan 1. apríl.
Lombini bæði hava tað gott, hóast kalt er og vátakavi tykist vera av og á.
Niels Petur Nolsøe í Vági eigur lomb og ær.