Smágenta var ein av fýra sum doyðu í álopi á Kharkiv

Álop høvdu ikki hent, um Ukraina kundi oyðilagt russisk hernaðarflogfør á støðum teirra, sigur Zelenskyj

Ein sløkkiliðsmaður hyggur at einum íbúðarblokki og fleiri bilum í eldinum í Kharkiv mikudagin eftir eitt russiskt álop. Fýra eru dripin, teirra millum ein smágenta á einum spæliplássi. - Mynd: Vitalii Hnidyi/Reuters

Ein genta er ein av fýra, sum eru deyð í einum russiskum álopi á býin Kharkiv í norðeystur Ukraina fríggjadagin.

Álopið rakti eitt spælipláss og ein íbúðarblokk.

Tað segði borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, sambært AFP og Reuters.

- Hersetingarmenninir drupu eitt barn á spæliplássinum. Ein genta, skrivar hann á boðtænastuni Telegram.

Umframt tey fýra deyðu, hava í minsta lagi trý onnur fólk fingið skaða.

Eldur kom í bygningin í 12 hæddum, sum varð raktur í álopinum, leggur Terekhov afturat.

Guvernørurin í Kharkiv-økinum, Oleh Synegubov, sigur, at í minsta lagi 28 fólk eru særd av álopunum. Hetta skrivar AFP.

Á sosialu miðlunum hava fleiri brúkarar deilt myndir og videobrot, sum eftir øllum at døma vísa álopið í Kharkiv.

Her sæst gráur roykur rísa upp úr einum íbúðarblokki, har ovaru hæddirnar eru í ljósum loga.

Stutt eftir álopið endurtók ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, áheitanina á sínar vesturlendsku sameindu um at loyva ukrainskum herdeildum at brúka langtrøkkandi vápn til at raka hernaðarstøðir í Russlandi.

- Hetta álopið hevði ikki hent, um verjudeildir okkara høvdu møguleikan at oyðileggja russisk hernaðarflogfør á støðum teirra, skrivar hann á Telegram.

Kharkiv er næststørsti býur í Ukraina. Hann er umleið 40 kilometrar frá markinum til Russland og hevur javnan verið bumbaður av russum síðani innrásina í februar 2022.

 

/ritzau/

 

Ein sløkkiliðsmaður hyggur at einum íbúðarblokki og fleiri bilum í eldinum í Kharkiv mikudagin eftir eitt russiskt álop. Fýra eru dripin, teirra millum ein smágenta á einum spæliplássi. - Mynd: Vitalii Hnidyi/Reuters