AP tíðindastovan veit at siga, at eitt smáflogfar við seks fólkum umborð er dottið niður átta kilometrar úr strondini í San Diego.
Amerikanska vaktartænastan sigur, at vraklutir av flogfarinum eru sæddir nærindis Point Loma seinnapartin í dag.
Leitað verður eftir vrakinum á leiðini, har hildið verður, at flogfarið er dottið niður, og leitað verður á stívliga 60 metra dýpi.
Úr USA verður sagt, at tað er eitt Cessna 414 flogfar við tveimum motorum, sum er dottið niður.
AP veit at siga, at tað var stutt eftir midnátt sunnukvøldið, at fllogfarið datt niður - stutt eftir, at tað var farið á flog.