Ein smástjørna, sum stjørnuserfrøðingar nýliga hava lagt til merkis, fer ógvuliga nær framvið jørðini hesa vikuna.
Netsíðan Space veit at siga, at stjørnan er millum fýra og átta metrar í tvørmát.
- Hósdagin - tað er í morgin - verður stjørnan nærmast jørðini, og tá verður teinurin til jørðina umleið 3500 kilometrar.
Stjørnuserfrøðingurin, Gianluca Masi, sigur, at smástjørnan, sum verður rópt 2023 BU, verður sera nær.
- Men, hon fer trygt framvið okkum, leggur hann aftrat.
Gianluca Masi sigur, at teinurin frá stjørnuni, tá hon verður nærmast og til jarðarmiðdepilin, verður minni enn 10.000 kilometrar.