Planet.fo fer nú undir ein nýggja tátt, har føroyskar kvinnur greiða frá sínum sminku brúki og koma við góðum ráðum. Fyrst í røðini er Malan Eyðunsdóttir. Hvat er eitt ?must? at hava við allastaðni?
?Eg havi næstan altíð mína neyðsynja útgerð við mær, tá eg fari út. Havi altíð putur, kinnareytt, maskara, varraglans, hárbust, hársprey og luktilsi uppi á mær. Tað er altíð hent at hava, um tú kennir teg eitt sindur bleika og hevur brúk fyri líka at ?freshen up? ;) Hóast eg havi havt góðar stundir um morgunin og eri farin heimanifrá nýsmurd, við væl settum hári og væl angandi, so kenni eg meg ofta at sindur ?følnaða? aftan á ein langan arbeiðsdag, Tá er sera hent líka at leggja eitt tunt lag av puturi, eitt sindur av kinnareytt, líka lyfta vippurnar upp aftur við eitt sindur av maskara, glans á varrarnar og so líka koyra bustina nakrar ferðir gjøgnum hárið og runda av við eitt sindur av hársprey. Prikkurin yvir i?ið eru nøkur pístr av luktilsi ? og hey! Malan er sum nýggj aftur ;)?
Hvat er títt yndis merki innan make-up?
?Tað er eitt sindur ymiskt, hvørji merki eg keypi. Mær dámar sera væl vørurnar frá Body Shop, og plagi eg at keypa Moisture Foundation og All In One Face Base har. Tó er mítt yndis brúntkrem Diorskin Skulpt frá Dior :) Men, beint nú dámar mær sera væl Xperience Weightless Foundation fra Max Factor. Make Up Store er eitt fantastiska lekkurt merki eisini, og eg eigi eisini eina rúgvu av vørum frá teimum, serliga tær við nógvum glitri.?
Um tú skalt velja eitt ting, sum tú altíð skalt hava við tær, hvat hevði tað verið ?
?Uhh...tað er tørført at velja eitt ting burtur úr neyðsynja rúgvuni hjá mær! Eg fari nærum ikki út um dyr uttan at koyra eitt sindur av maskara á, tí eg kenni tað, sum eg eingi eygu havi uttan maskara. Men tosa vit um, hvat eg altíð má hava við mær, um eg frammanundan havi smurt mær, so fellur valið óivað á puturdósina ;)?
Hvat er títt besta make-up ráð?
?At nýta ein gott brúntkrem (foundation), ið gevur eitt javnt og bleytt dæmi. Tað fær teg at síggja yngri út og húðin sær sunn og smidlig út.?