Smøl semja um at hækka pensjónsaldurin

Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin kann fella, um samgongan ikki stendur saman

Var breið semja um Suðuroyartunnilin, so er ikki breið semja um at hækka pensjónsaldurin. Tað er greitt, nú trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur skrivað álit. Meirilutin í nevndini, andstøðuumboðini, taka als ikki undir við uppskotinum.

Meirilutin, sum er Johan Dahl og Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, Beinir Johannesen og Árni Skaale úr Fólkaflokkinum siga soleiðis: 

– Í løgtingsmáli nr. 67/2017 samtykti Løgtingið at áseta pensjónsaldurin til 67,5 ár í 2025 og til 68 ár í 2030. Umframt hesar konkretu broytingarnar varð eisini ein frymil samtyktur fyri, hvussu pensjónsaldurin skal ásetast í framtíðini. Hetta er ein leistur, sum átti at verið fylgdur, tí hetta er kontraktin, sum tá varð gjørd við arbeiðsmarknaðin um áseting av pensjónsaldrinum. 

– Fyriliggjandi uppskot er ein framskundan, tí um leisturin, sum varð samtyktur í 2017, varð fylgdur, kundi pensjónsaldurin komið uppá 70 ár í 2050. Tað er 7 ár seinni, eftir at uppskotið er broytt við broytingaruppskotinum hjá minnilutanum í nevndini. Okkum vitandi er eingin útrokning gjørd, sum vísir munin millum núverandi uppskot og eitt uppskot grundað á tann frymilin, sum varð samtyktur í 2017.

– Aftursvarið frá arbeiðsmarknaðinum hevur eisini verið ógvisligt, so ógvisligt, at landsstýrismaðurin í almannamálum hevur gjørt eitt uppskot til eina pensjónsskipan afturat. Eina sokallaða “tíðartreytaða pensjón”, sum allarhelst verður samtykt í kjalarvørrinum á hesum uppskotinum, siga teir.

Samgonguumboðini, sum eru í minniluta í trivnaðarnevndini, taka hinvegin undir við uppskotinum. Tey eru Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus úr Javnaðarflokkinum og Liljan Weihe úr Tjóðveldi.

Tey vísa í áltinum á, hvussu týdningarmikið tað er, at pensjónsaldurin hækkar, tí at fólk liva nógv longri, enn tey gjørdu í 1959, tá lógin um fólkapensjón varð samtykt í Føroyum. Tey nevna tó einki um, hví ein avgerð um at hækka pensjónsaldurin, sum longu er tikin, skal framskundast, og hví atlitið um hækkandi livialdur sum treyt fyri at hækka pensjónsaldurin, skal takast úr lógini.

Siga vit, at tey trý samgongutingfólkini umboða tey 18 samgongutingfólkini, so verður uppskotið samtykt.

Álitið frá trivnaðarnevndini kann lesast her