Smogur út úr tíðini

Ein roynd at lýsa rithøvundin J. G. Ballard - við serligum atliti at hansara stuttsøgum og hansara sessi í vísindabókmentum

Droyma vit Gud? Droymir skaparin okkum? Ella droyma vit, at Gud droymir okkum? Hesir spurningar, og aðrir ? av tí slagnum, sum tann argentinski rithøvundurin Borges melur rundan um í sínum líknilsum - runnu mær í huga eitt kvøldið fyri einum ári síðani. Í sambandi við eina verkætlan var eg og vitjaði ein av Føroya stóru samlarum. Hann vísti mær runt, og eg fekk høvi at síggja bara eitt vet av hansara stórfingna savni: sigarettmappur frá tríatiárunum, týskar 100.000 krónuseðlar frá kreppuni í tjúgunum, gamlar svávuldósir, forkunnugar gajolpakkar, rárar sodavatnsfløskur, eitt kamar, prýtt við legiónum av stórum og smáum leiktoysbilum.
Hvør droymdi henda morðgíriga modernaða rekamannin? Á heimvegnum hetta kvøldið kom eg til tað úrslit, at - um vit halda Gud uttanfyri - var droymarin breti og æt James Graham Ballard. Og nú, meðan trøini seta knubbar, og lýkka er í luftini, og gamlar konur stetla út fyri dyr at leska ta fyrstu vársólina, verður kanska høvi til at festa nøkur orð á blað um henda merkismann.
J.G. Ballard varð føddur í 1930 og vaks upp í Shanghai. Pápi hansara var stjóri í eini deild av eini klædnafyritøku úr Manchester. Ballard vaks upp í einum stórum húsum í útjaðaranum á býnum, við níggju tænarum og privatsjafføri. Eftir at bardagin millum Japan og Kina var byrjaður í 1937, var Shanghai krígsøki. Ballard var úti á vegnum við síni súkklu tann gitna svarta leygardagin í 1937, tá ein serliga sprongkvæm bumba fall beint við ta stóru stuttleikaparkina í Shanghai, drap 1012 fólk og løstaði onnur 1000. Millum spælikort og grammofonplátur sløddust likamslutir, hendur og føtur, og fremst í einum bussi sat ein armaleysur bilstjóri. Drongurin upplivdi soleiðis sum barn tað, sum síðani hevur eyðkent ein stóran part av heiminum: kríggj, vanlukku og oyðilegging.
Eftir álopið á Pearl Harbour í 1941 vóru europearar í Shanghai innistongdir í savningarleguni Lunghua. Ballard, sum hevði mist sambandið við foreldur síni, var millum børnini í leguni. Japanarar fóru sum heild væl við fangunum. Men á heimveg eftir kríggið úr Lunghua til Shanghai var drongurin av tilvild vitni til, at japanskir hermenn píndu ein kinesara til deyðis.
Ballard kom til Onglands í 1946, gekk í studentaskúla í Cambridge og las eitt skifti læknafrøði. At koma úr tí gátuføra, lívliga og kosmopolitiska Shanghai til Onglands, soleiðis sum tað var í árunum eftir kríggið, var, segði hann seinni, var ?ein hvøkkur, sum eg ongantíð forvann?. Landið tóktist honum grátt og bygdasligt, hann dugdi ikki at sættast við ta trongu, eingilsku puritanismuna, og enskir rithøvundar mintu eftir hansara tykki mest um ?eina eldri piparmoyggj, sum skimast oman eftir síðugøtuni í sínum forstaði?. Undantøkini vóru bókmentaligir heimsborgarar sum Joseph Conrad og Graham Greene. Umframt teir las Ballard høvundar sum Kafka og Joyce, og seinni eitt nú William Burroughs og Jean Genet. Fara vit til skaldskap í bundnum máli, síggjast sporini eftir eitt nú Coleridge og T.S. Eliot í ritverkinum hjá Ballard.
Hugsar ein um menningina hjá Ballard í fimtiárunum, er serliga vert at hefta seg við tvey viðurskifti. Í fyrsta lagi las hann blaðungur alt hann fekk hendur á av bókum eftir fyrst og fremst Sigmund Freud og Carl Gustav Jung. Í øðrum lagi fekk hann, longu meðan hann gekk á studentaskúla, ein brennandi áhuga fyri surrealismuni. Hetta slagið av málaralist var lítið kent í Onglandi um hetta mundið, men í einum lítlum, myrkum forrúmi í Tate Gallery í London hingu fyrst í fimtiárunum málningar eftir m.a. Delvaux, de Chirico, Ernst og Dali. Sjálvklókir enskir kritikarar hildu lítið um listamálarar sum Dali, men, segði Ballard seinni: ?Tað legði eg sektina á. Eg var sannførdur um, at hetta var ein tann mest týðandi málningaskúlin í 20. øld. Tað helt eg tá, og tað haldi eg enn?.
Surrealisman lýsti sambært Ballard væl ta blanding av skili og marrudreymi, sum eyðkendi tann modernaða heimin, og ikki minst vísti henda stevna fram ímóti tí, hann rópar the death of affect (kenslunnar deyði), sum er eitt meginhugatk í hansara skaldsligu varsjón. Ballard hevði serliga stóran tokka til Dali, sum hann lýsir sum ?ein Don Quixote í klædningi, sum ríður við excentriskum lótum gjøgnum eina kleimna, ovurupplýsta oyðimørk, vardur bara av sínum garvillu mustasjum?. Í greinini ?The Coming of the Unconscious? frá 1966 lýsti J.G. Ballard surrealismuna við hesum orðum:
Surrealisman verður vanliga roknað sum fantastisk list av ógvusligum slag, sum miðjar eftir at avmynda dreym og yvirsjón. Í roynd og veru er hon tann fyrsta listarliga rørslan, sum, við orðunum hjá Odilon Redon, ?setir logikkin í tí sædda at tæna tí ósædda?. Innskot og sjónir úr okkara innara lívi verða løgd undir tíðar og rúmdar kravmiklu lógir, undir ta strongu rannsókn, sum vitskapurin ? fyrst og fremst psykoanalysan ? fremur. Á henda hátt verður skaptur ein hækkaður ella øðrvísi veruleiki, sum hevjar seg upp um ella út um hann, við kenna frá okkara sjón og okkara sansum. Tað, sum serliga eyðkennir hesa symbiosu, har tann ytri veruleikaheimurin og tann innari sálarheimurin renna saman, er hennara bøtandi, lekjandi megi.
Ballard hevði upprunaliga ætlað at fáa sær útbúgving ? og virka sum ? sálarlækni ella psykoterapeutur, og umframt tað vera rithøvundur. Men útbúgvingin til serlækna sýntist honum ov drúgv og møtimikil. Frá ungum árum hevði hann skrivað søgur. Nú bar so á, at tað ein dagin stakst upp á hann, at hann vildi læra til flogskipara. Hann fór inn í Royal Air Force og slapp á eitt flogskiparaskeið yviri í Kanada. Á matstovuni á flogstøðini datt hann niður á amerikonsk tíðarrit við sf-søgum. Hetta slagið av bókmentum hugtók hann, hann bleiv, sum hann tók til, umvendur alt fyri eitt. Í 1969 skrivaði hann:
Longu nú er tað greitt, at vísindabókmentir ikki eru eitt lítilsvert síðurák, men í roynd og veru umboða ta mest týðandi bókmentaligu hevdina í 20. øld ? ein hevd, sum gongur ótarnað gjøgnum Wells, Aldous Huxley, modernaðar amerikanskar sf-høvundar til nútíðar endurnýggjarar sum William Burroughs og Paolozzi.
Tann fyrsta sf-stuttsøgan, sum J.G. Ballard skrivaði, var ?Passport to Eternity?. Í 1962 kom søgusavnið The Voices of Time (Tíðarinnar røddir). Tí á baki komu onnur søvn, eitt nú The Terminal Beach (Endastrondin) 1964, The Disaster Area (Vanlukkuøkið) 1967, Chronopolis (Tíðarbýurin) 1971 og Myths of the Near Future (Sagnir um næstu framtíð) 1982.
Í 1962 kom tann fyrsta skaldsøgan eftir Ballard ? The Wind From Nowhere (Vindurin ongastaðni frá). Aðrar kendar skaldsøgur eru The Drowned World (Heimurin undir vatnskorpuni) 1962, The Crystal World (Krústallheimurin), 1966, Crash (Sorl), 1973 og Cocaine Nights (Kokainnætur), 1996. Tey seinnu árini hevur Ballard av og á gjørt eitt rend út um vitsøguna, og bæði Empire of the Sun (Sólarinnar ríki), 1984 og The Kindness of Women (Hjartagóðar kvinnur), 1991, eru dømir um eina - ævisøguliga dæmda ? vanliga realismu.
Á hesum stað kann vera hóskandi at siga eitt sindur um fyribrigdið vísindabókmentir. Hugtakið, sum er ógvuliga torført at greina, verður vanliga brúkt í tveimum týdningum, eini rúmligari og eini trongari merking. Í stuttum kunnu vit siga, at vísindabókmentir eru dømir um utopiskar ella dystopiskar skaldsligar lýsingar, sum ? um vit halda okkum til ta trongu merkingina ? fevna um uppfinningar av eitt nú tøkniligum ella læknafrøðiligum slag. Nærskyldar við sf-bókmentir eru sveimbókmentir ella sveim (fantastic literature), har vísindi og samfelagsligt ella politiskt medvit ikki eru sjónsk. Dømir um frægar sveimhøvundar eru Borges, Tolkien og Mervyn Peake.
Ikki so sjáldan verður ført fram, at tað var Poe, sum skapti sf-søguna. Verður kannað betur eftir, og halda vit okkum til tað breiða hugtakið (sum fevnir um vísindatekstir og, lutvís, sveim) vísir tað seg, at vit mugu eitt fitt skeið aftur um okkara tíðarrokning fyri at finna tey fyrstu fræini til hetta tekstaslag. Søgan um Atlantis er sum kunnugt partur av dialoginum Timaios eftir Platon. Hugsa vit okkum tann møguleika, at Platon ikki bara endurgav, men sjálvur skapti hesa søgu, so er hon kanska tað fyrsta dømið í heimsbókmentunum um ein sf-tekst. Í Vera Historia eftir Lucian úr Samosata, ið er skrivað o.u. 150 ár eftir burð Krists, ger hetjan eina ferð til mánan og sólina og er við í bardaga millum gongustjørnurnar. Aðrir undangongumenn eru Thomas More (Utopia), 1516, Johannes Kepler (Somnium), 1634 og Ludvig Holberg (Nicolai Klimii Iter Subterraneum), 1741. Í hesum sambandi eiga vit ikki at gloyma Frankenstein, 1818, eftir Mary Shelley, sum er eitt høvuðsverk og kanska tann fyrsta veruliga sf-skaldsøgan.
Um tað mundið J.G. Ballard rakti við sf-bókmentirnar, høvdu fyrst og fremst Jules Verne og H.G. Wells pløgt dúgliga í tí nýlendi, sum vitskapur og tøknilig framstig høvdu lagt undir bókmentirnar. Nú bar til at skriva um ? ella ímynda sær ? kavbátar, ravmagn, ferðir til mánan, vitjanir av mars, hvørvsjón (ósjónliggering), tíðarferðir osfr. Vísindabókmentir, sum fyrr høvdu verið umboðaðar av nøkrum fáum ? ofta glógvandi gávuríkum ? profetum, vóru nú meira at kalla ein ídnaður. Millum teir høvundar, sum gjørdu vart seg á sf-økinum í fimtiárunum, kann ein nevna John Wyndham, Arthur C. Clarke, Robert A. Heinlein, Brian Aldiss og Ursulu K. leGuin. Millum klassikarar frá hesi tíðini kann ein nevna eitt nú The Day of the Triffids eftir Wyndham og Childhood´s End eftir Clarke. Tann fyrra lýsir, hvussu uttanjarðar ræðuleikar brádliga herja á tann trygga gerandisdagin í London, tann seinna umboðar eina (kvasi)heimspekiliga roynd at lýsa eitt menningarligt kvantlop. Um somu tíð, mitt í fimtiárunum, var tað týðiligt, serstakliga í USA og Onglandi, at sf-høvundarnir evnisliga vórðu riknir í rætt. Brúk var fyri at spreingja mørkini. Sum J.G. Ballard tók til í 1977:
Fyri tjúgu árum síðani, tá eg fór undir at skriva, vóru sf-bókmentir eitt afturlatið og fábroytt umráði. Hóast tíðarrit vóru í hópatali í Onglandi og USA, og hóast ein lítil, men trúgvur lesaraskari helt teimum á lívi, vóru sf-bókmentir stýrdar av nøkrum fáum stívum og óbroytiligum reglum. Tann uttara rúmdin, millumstjarna ferðir, galaktisk ríkir, aðrir alheimar ? hetta vóru tey høvuðsevni, sum ein høvundur, við endaleysum smærri frábrigdum, slapp at taka upp. Hann kundi leggja onkra detalju aftrat, geva tankaflyting eitt bend ella tíðarferðum eitt nýtt snar ... men hann mátti akta grundreglurnar fyri vísindabókmentunum. Bara tað at hann læt eina søgu fara fram í nútíðini loypti ekka á útgevarar og lesarar.
Longu áðrenn hann av álvara fór at skriva, visti Ballard, at hetta slagið av veruleikaflýggjan var ikki leiðin. Nútíðin trokaði á við eini ørgrynni av trupulleikum og møguleikum. Longu undir krígnum hevði Alan Turing skapt frumtelduna. Samskiftisfylgisveinar, dálking, vistfrøði, ovfólkan, hugvíðkandi drøgg ? hesi og onnur evnir lógu beint fyri fótunum. Tann demokratiseraða vælferðin fór fyrr ella seinni at koma menniskjuni í vaksandi andsøgn til natúrgivnar orku- og umhvørviskarmar, og tískil hava við sær vandamál av entropiskum slag. Ivaleyst var av spurningum í nútíðini hjá sf-høvundinum at fara í holt við, um hann bara brúkti síni eygu og sítt høvd, og loysti seg úr móta- og pengaskaptum fjøtrum.
J.G. Ballard var á henda hátt við til at skapa tað, sum rópt verður tann nýggja aldan í sf-bókmentunum. Men í roynd og veru fekk hann her um ein gamlan tráð. Samfelagskritiskar sf-bókmentir høvdu nevniliga verið skrivaðar upp ígjøgnum alla 20. øld. Sum ofta í slíkum førum kom hetta kveikjandi inndragið úr øðrum bókmentaligum teigum, ella frá andaligum stakmennum. Karin Boye, sum skrivaði Kallocain, var yrkjari. Aldous Huxley, sum skrivaði Føgru nýggju verð, var ein lýsandi intellektuellur rithøvundur. George Orwell, sum skrivaði 1984 ? bók bókanna í sf-templinum ? var skarpur samfelagsligur eygleiðari, og politiskt medvitin sum fáur.
Millum aðrar sf-høvundar av hesum serliga speiska ella dystopiska slagnum kann ein nevna russaran Samjatin, kekkan Karel Capek og amerikanaran Ray Bradbury. Av hesum trimum er Samjatin (1884-1937) eitt merkisvert dømi um skaldsligt framskygni. Í skaldsøguni Vit frá 1923 (sum Orwell ummælti í 1946) lýsir hann eitt utopiskt samfelag, sum er stýrt av Góðgeranum, og har størsta brotsgerðin er hugflog. Hetjan, sum eitur D-503, verður skurðviðgjørdur fyri sítt hugflog og svíkir vinkonu sína, uppreistrarkvinnuna I-330. Avrættingarnar eru nógvar og fara fram alment, meðan Góðgerin hyggur at, og tey almennu skaldini bera fram sigursæl fagnaðarkvæði.
Aftan fyri ein part av hesum høvundum hóma vit tað størsta bókmentaliga flogvitið í 20. øld: kekkiska skaldið Franz Kafka, hvørs høvuðsverk Rættarmálið og hvørs stuttsøgur fingu avgerandi ávirkan á m.a. bæði Karin Boye og J.G. Ballard.
Lat okkum nú hyggja, leysliga fyribils, at Ballards tematiska ælaboga. Í stuttsøguni ?The Impossible Man?, 1966, viðger hann vandamál, ið standast av vevnaðarflutningi, samstundis sum hann í hesum teksti eisini lýsir eitt samfelag av æviga ungum gerontum. Í søguni ?Chronopolis?, 1960, er evnið tíðarskamtan í einum ovfólkaðum stórbýi. Í ?The Subliminal Man?, 1963, verður ljós varpað á evnið ávirkan undir medvitsgáttini, eitt fyribrigdi, Huxley sum ein tann fyrsti hevði lýst í Brave New World Revisited. Í skaldsøgum sum eitt nú The Drowned World, The Drought, 1964, og Crash verða dystopiskir heimar lýstur, sum stundum eru fram-, stundum afturskrivingar av rákum í samtíðini. Evnini eru globalt áarføri, globalur turkur, patologisk samantyrping av menniskjum osfr.
Hesar lýsingar av framtíðini eru ikki allar líka ógvisligar. Í mongum tekstum eftir Ballard hómast, sum eitt slag av yvirskipaðari hugbirting, eitt samfelag, sum mest er at líkna við eina áhaldandi, fábroytta, vatndeyva, narkotiseraða, deyðkeðiliga og samstundis djúpt patologiska sápuoperu, har alt sum minnir um ítøkiligan veruleika - og sjálvsagt øll trúgv og allur transcendensur - eru rikin burtur. Tilveran er nakað sum at leggja eina ævinliga kabalu ella vera uppifjaraður fyri well á einum marglætishotelli. Millum verk, sum lýsa hesa ? lítið tespiligu ? dystopi kann ein nevna søgusavnið Vermilion Sands, 1971 og skaldsøguna Cocaine Nights.
Høvuðspersónarnir í verkunum hjá Ballard eru ofta stakmenni, uppreistrarmenn, transcendentalir krossfararar ella ørvitisknokkar, trásettir av onkrum serligum hjartamáli ella helsettir av onkrari, ofta sjúkligari, idée fixe. Líkleikin við Orwell og Bradbury er týðiligur, hesir persónar eru skyldir við eitt nú Winston Smith í 1984 ella Montag í Fahrenheit 451. Eitt nú er Mason í stuttsøguni ?Now Wakes the Sea?, 1963, feigur, bergtikin sum hann er av einari atlantiskari femme fatale. Conrad í ?Chronopolis? setir seg upp ímóti tíðarløgregluni, tá hann fer at samla upp á ur og klokkur. Tað lukkast Powers í tí meistarligu ?The Voices of Time?, 1960, at smúgva út úr tí liniera tíðarfongslinum. Eitt annað dømi um henda serliga persónslýsingarliga vinkulin er søgan ?The Lost Leonardo?, 1964. Hesin teksturin er eitt slag av listasøguligari detektivsøgu. Charles, sum er stjóri fyri sølutinginum Northeby´s, og franski vinmaður hansara Georg de Stael leita eftir málninginum Krossfestingin eftir Leonardo da Vinci, sum er stolin úr Louvre í París. Meðan leitingin verður alt meira spennandi, gandar Ballard fram sítt egna frábrigdi av søgnini um Ahasverus, samstundis sum hann lýsir sín kærleika til Salvador Dali og til surrealismuna. Søgan rísur móti endanum, tá Charles og Georg, stutt frá húsunum hjá Dali við Port Lligat á Costa Brava, bera eyga við tjóvin. Ballard lýsir hann soleiðis:
Á baksetrinum, við høvdinum snaraðum móti larminum, sat ein veldugur Rasputin-líkur skapningur í myrkum, nálastríputum klædningi, tær hvítu mansjettirnar og tann gylta slipsnálin glitraðu í skugganum, við handskasveiptum hondum á kross framman fyri sær helt hann um ein stav við fílabeinsskafti. Sum vit sviðu framvið, bar eg eyga við tað stóra, hugtunga høvdið, hvørs livandi andlitsdrøg út í æsir svaraðu til og undirbygdu tey, eg hevði sæð endurgivin av so mongum hondum á so mongum løriftum. Tey myrku eyguni glógvaðu sum logandi brandar, tær svørtu eygnabrýrnar stóðu út úr pannuni fattar sum veingir, tann skarpa sneiðingin á skegginum førdi tann sterka høkubugin peiggjandi út í luftina sum eitt spjót.
?Tann horvna Leonardo-myndin? er skrivað í 1964. Um vit nú taka tann ævisøguliga tráðin uppaftur, so tykist tað týðiligt, tá ein lesur t.d. skaldsøguni The Kindness of Women, at Ballard tey fyrstu mongu árini eftir kríggið var eltur ? á traumatiskan hátt ? av tí, hann hevði sæð og upplivað í Shanghai og Lunghua. Aftrat tí kom, at álopini á Hiroshima og Nagasaki og royndarspreingingarnar við brintbumbum á oynni Eniwetok høvdu brent seg inn í hansara sinni. Hansara royndir fyrst at gerast lækni (og fáast við disseksjón) og seinni at læra til flogskipara vóru eitt slag av tvingsilskendari afturvendan til sjónir, sum ikki vildu sleppa honum.
Tað fór at lætta, tá ið Ballard í fimtiárunum giftist og fekk trý børn. James og Mary Ballard búsettust í Shepperton uttan fyri London. Um summarið gjørdu tey ferðir til Costa Brava, sum var ein partur av tí nýggja frítíðarparadísinum, sum varð bygt fram við miðalhavsstrondini, við hvítum hotellum, vassandi børnum og mjávaksnum amerikonskum gentum. Stutt frá tí vakra býnum Cadaqués búði Salvador Dali, og ivaleyst er ?The Lost Leonardo? sprottin úr hesum landslagnum.
Eftir Cuba-kreppuna var toybil í viðurskiftunum millum Eystur og Vestur, heimurin brosaði, og Elvis og The Beatles boðaðu frá, at Drotturin yvir Dansinum brátt fór at skipa í vesturheiminum. Men tann góða tíðin slapp ikki at halda fram. Ein dagin hetta summarið, meðan tey ferðaðust í Spania, var Mary Ballard fyri einum døtti, sum tók henni so fast, at hon doyði stutt aftaná.