SMS: Greiðir heimasigrar til H71 og StÍF

H71 og StÍF komu væl frá landi í fyrsta umfarinum í SMS-deildini

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 39-22 á EB. í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 21-12. 

 

Brynhild Pálsdóttir var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Erna Pajic skoraði nærum helvtina av málunum hjá EB. Hon skoraði 10 mál.

 

Í høllini á Skála vann StÍF greiðan 31-23 sigur á Stjørnuni. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 18-13.

 

Toppskjútti hjá H71 var Josefine Dyring við 11 málum. Toppskjútti hjá Stjørnuni var Jancy J. Poulsen við 10 málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-EB 39-22 (21-12):

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Stjørnan 31-23 (18-13):

 

##med3##