SMS: Greiðir sigrar til VB, VÍF og H71

Kyndil og H71 eru fremst í SMS-deildini

Mynd: HSF

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Suðuri í Vági vann heimaliðið, VB stórsigur 34-21 á StÍF. Tað lá serliga væl fyri hjá VB í fyrra hálvleiki. Í steðginum var VB frammanfyri við 10 málum, 19-9.

 

Carmen Luiza Silva var við 10 málum toppskjútti hjá VB. Arnfríð Jacobsen var við fimm málum toppskjútti hjá StÍF.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF greitt 33-25 á Stjørnuni. Tað leikaði tó javnt á í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Í seinna hálvleiki var heimaliðið greitt betur.

 

Fríða Nolsøe Olsen var við 13 málum stórskjútti hjá VÍF. Iuliia Nalivko var toppskjútti hjá Stjørnuni við átta málum.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 30-24 á Neistanum. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 15-11.

 

Anna Sigrunardóttir Mikkelsen var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Maria H. Weyhe var við sjey málum toppskjútti hjá H71.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, og støðuna í SMS-deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

 

 

Mynd: HSF