H71 hevur kveikt í spenningin um kappingina um tvey tey fremstu plássini í SMS-deildini. Tað gjørdi H71 við at vinna 32-27 á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn.
Í steðginum var H71 á odda 15-13. Tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 25-25, men seinastu løtuna var H71 greitt omaná.
Maria P. Nólsoy var stórskjútti hjá Neistanum við 15 málum.
Guðrið á Borg gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF:
##med2##
Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 42-26 á Stjørnuni. Í steðginum var heimaliðið á odda 22-14.
Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Toppskjútti hjá Stjørnuni var Durita Ljósstein Johansen við átta málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF:
##med3##
Suðuri í Vágshøll vann StÍF 27-23 á VB. Eingin dómaraseðil er tøkur frá dystinum.
Klokkan 18 spæla Kyndil og EB í høllini á Hálsi í Havn.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 13 | 392 | 326 | 66 | 20 |
KYNDIL | 11 | 347 | 276 | 71 | 20 |
H71 | 13 | 406 | 355 | 51 | 18 |
STÍF | 13 | 377 | 368 | 9 | 16 |
VÍF | 13 | 398 | 372 | 26 | 12 |
EB | 12 | 314 | 363 | -49 | 7 |
STJØRNAN | 13 | 334 | 402 | -68 | 6 |
VB | 12 | 287 | 393 | -106 | 1 |