Seinnapartin er ein dystur leiktur í SMS-deildini.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 38-29 á Stjørnuni. Í steðginum var H71 á odda við trimum málum, 16-13.
Maria H. Weyhe var við níggju málum toppskjútti hjá H71. Durita Karlsdóttir Ljósstein var við níggju málum toppskjútti hjá Stjørnuni.
Mikukvøldið klokkan 19 kann Kyndil við sigri á Neistanum vinna grundspælið í SMS-deildini.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilini frá dystinum millum H71 og Stjørnuna, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##













