Sølan hjá samtakinum var 794 mió kr, og bruttoúrslitið var sostatt 221 mió kr. Eginognin er góðar 183 mió kr. Høvuðsvirksemið hjá SMS er býtt í smásølu, sølumiðstøðir og matstovur. Samtakið eigur í dag 13 matvøruhandlar, teirra millum Bónus, Miklagarð og Mylnu-handlarna.
Harumframt rekur SMS sølumiðstøðirnar SMS, Miðlon og Bryggjuna og eigur sjey matstovur. Millum hesar eru Burger King, Sunset Boulevard, Hornið og Sushi Daily í SMS, Angus í Tórshavn og Klaksvík og Sunset Boulevard í Runavík.
Samtakið er eisini partaeigari í Rumbul, sum rekur tríggjar Rumbul-handlar og handilin Sheep. Afturat tí eigur SMS í Burn Fitness, sum hevur fýra venjingarmiðstøðir, umframt kondittaríið Omaná og Hair Couture Denmark.
Í miðal starvaðust 327 fólk hjá samtakinum, og leiðslan væntar, at úrslitið í 2026/27 verður á sama støði sum í 2025/26.











