SMS: Stjørnan vann á VB suðuri í Vági

Stjørnan er nú á sætta plássinum, ið gevur atgongd til FM-fjórðingsfinalurnar í SMS-deildini

Tað eydnaðist Stjørnuni at vinna dystin suðuri í Vágshøll móti VB.

 

Stjørnan vann 31-25. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og var Stjørnan bert á odda við einum máli, 14-13 í steðginum.

 

VB var á odda 19-17 tá 38 minuttir vóru leiktir, men 10 minuttir seinni var Stjørnan á odda 25-21.

 

Sigurin merkir, at Stjørnan er nú nummar seks við átta stigum. Sætta plássið gevur við lokið endaspæl atgongd til FM-fjórðingsfinalurnar.

 

Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við sjey málum. Sonja Sirdal á Bergi og Iuliia Nalivko vóru toppskjúttar hjá Stjørnuni við átta málum hvør.

 

Fyrr í dag vann Kyndil 34-27 (16-13) á Neistanum í høllini á Hálsi, og VÍF vann 29-22 (16-9) á H71 í Hoyvíkshøllini. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1445834311526
 NEISTIN144193605920
 H71144283844418
 STÍF13377368916
 VÍF144273943314
 STJØRNAN14365427-628
 EB13332399-677
 VB14334465-1311