SMS: VÍF vann ein knúsandi stórsigur á StíF

Tað vóru heili 26 mál á muni

Savnsmynd

Ein dystur er leiktur í SMS-deildini tíðliga seinnapartin í dag.

 

Í høllini á Skála vann VÍF ein knúsandi 39-13 stórsigur á StÍF. Vestmannakvinnur vóru á odda 18-8 í steðginum. 

 

Poula Dulavík Berg, Rebekka Zachariassen og Maria Mrdalo vóru við trimum málum hvør toppskjúttar hjá StíF. Rakul Borgarlíð Joensen var við 10 málum toppskjútti hjá VÍF.

 

Ígjár vann Stjørnan á útivølli 22-20 (10-11) á Kyndli. Fríggjakvøldið vann Neistin í høllini á Hálsi norður 30-20 (12-8) á EB. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum StÍF og VÍF:

 

##med2##

 

Savnsmynd