- Nakrir dagar eru meira hendingaríkir enn aðrir. Í ár kundu vit kvinnur, sum vóru á Vinding Husholdningsskole í Danmark í 1966, hátíðarhalda hesi seksti árini í Føroyum í døgunum, 19.-24. juli.
Soleiðis siga Kims Reinert Lamhauge og Jóhanna Petersen, sum vit hava skift orð við um donsku vitjanina í Føroyum í summar.
Vitjanin hevur røtur aftur til tíðina, tá tær báðar vóru á húsarhaldsskúlanum í Danmark, og øll hesi mongu árini síðan hevur vinalag og samband verið teirra millum.
Á skúlanum vóru tær 16 gentur, og nú nakrar av teimum enn einaferð vitjaðu her heima í Føroyum, vóru makar eisini við.
Sum ungar vórðu Jóhanna og Kims stuðlaðar at fara niður á skúlan á hetta skeiðið, og tær eru samdar um, at nógv kom burturúr.
- Hetta var ein kostskúli, har køkur og matgerð fyltu nógv, og her lærdi tú eisini hondarbeiði og ymiskt annað. Jú, vit lærdu nógv.
Tær eru samdar um, at hetta var ein avbera góður og vælskipaður skúli; her var disiplin, og her vóru góðir lærarar.
Um kostskúlan siga tær, at søguligu bygningarnir, sum í dag vera settir í samband við Vinding Landbo-og Husholdningsskole, eru frá Vinding Højskole, sum varð grundlagdur longu í 1867.
Skúlin er nógv broyttur gjøgnum árini, og í dag kallast hann Skole for Gastronomi, Musik & Design. Skúlin er framhaldsdeild fyri 9. og 10. flokk, og føroyskir næmingar hava eisini verið á hesum skúla.
##med2##
Samanhald í seksti ár
Kims og Jóhanna siga, at nógv varð gjørt burtur úr samanhaldinum á skúlanum, og tær eru ivaleysar um, at tað ikki minst er hetta, sum er orsøkin til, at tær hava hildið saman øll hesi mongu árini síðan.
- Vit hava hildið sambandið við líka, og síðan 2010 hevur tað gingið upp á skift millum okkum Vinding-vinkonur at skipa soleiðis fyri, at vit hava hitst hvørt ár heima hjá hvørji aðrari.
Fyri 2010 plagdu tær at hittast fimta hvørt ár á skúlanum.
Men, seinasta ár varð alt hetta broytt, tí tá fingu tær ferðaskrivstovu at skipa fyri ferðini hjá vinkonunum.
- Tískil fór vit í fjør við Riisrejser til Bornholm í seks dagar, og hetta var ein stak væleydnaður túrur. Tá samdust vit eisini um, at okkara stevna í framtíðini skuldi vera skipað saman við einari ferðaskrivstovu - og upp á skift millum okkum at skipa fyri.
Tær siga, at sum avrátt í 2025, skuldi 60 árahaldið vera í Føroyum, og hetta eydnaðist avbera væl, og Føroyatúrurin í summar varð væl skipaður av Greengate.
- Gestirnir fingu innivist á Hotel Brandan. Vit høvdu egnan buss við góðum førara og sera dugnaligum ferðaleiðara. Koyrt varð víða um í Føroyum, og her fingu vit nógv at vita, bæði søguligt, mentanarligt, og vit upplivdu vøkru føroysku náttúruna í fagrasta veðri hvønn dag.
Vitjaðu víða á ferðini
Kims Reinert Lamhauge og Jóhanna Petersen vísa á, at Vinding-vinkonurnar vitjaðu í Sandoynni, har tær vóru inni á Spinnarínum við Ánna í Skopun og á Listasavninum á Sandi.
- Vit fingu sera áhugaverda rundvísing á báðum støðum, og á veg aftur til Havnar varð steðgað í Kirkjubø til fyrilestur í Roykstovuni.
Tær siga, at ferðalagið vitjaði í Eysturoy týsdagin á Føroyatúrinum.
- Her gingu vit fyrst ein túr við Toftavatn. Síðan varð koyrt út til seyðahúsið hjá bóndanum á Torkilsheyggi, sum greiddi frá um seyðahaldið á garðinum.
Í seyðahúsinum fingu tey pinnamat við føroyskum viðskera og heimagjørdari rabarbusaft.
- Eftir vitjanina í seyðahúsinum, varð farið í Navia, og her fingu vit eina fyrstafloks rundvísing og frágreiðing um bindimaskinurnar og virksemið hjá Navia.
Úr Navia gekk leiðin í gomlu Nes kirkju, har Ólavur Magnussen tók ímóti og meistarliga greiddi frá um kirkjuna.
Men, dagurin í Eysturoynni var ikki liðugur enn.
- Nú gekk leiðin til Søldarfjarðar, har vit vitjaðu Garðahúsið og vakra urtagarðin har, og her fingu vit eisini seinnapartskaffi við heimabakstri afturvið.
Eftir vitjanina í Søldarfirði gekk leiðin suður aftur á Hotel Brandan.
- Øll hildu nú, at tað var gott at seta seg í reseptiónina og njóta vakra útsýnið her.
Dagin eftir túrin í Eysturoy, varð vitjað í Nólsoy mikudagin.
- Í Nólsoy vitjaðu vit á Ovasavninum, og annars gingu vit bæði í og uttanfyri bygdina í Nólsoy, til farið varð til Havnar aftur við Ternuni, siga Kims og Jóhanna.
Hendingaríkur dagur
Hósdagurin gjørdist bæði ein langur og hendingaríkur dagur hjá Vinding-vinkonunum, og henda dagin vóru tey eisini rættiliga víða.
Fyrst varð koyrt til Tjørnuvíkar.
- Her hugdu vit okkum um í fornu bygdini. Síðan varð farið á kafé hjá Hans Esbern og konuni. Meðan vit drukku kaffi afturvið góðum heitum vaflum, segði Esbern frá um Kingo, sálmar hansara og um kingosangin, sum enn livir í Tjørnuvík.
Hans Esbern sang eisini nøkur kingo-ørindi úr einum Kingosálmi.
Úr Tjørnuvík varð koyrt til Klaksvíkar, og á vegnum norðureftir varð vitjað í vøkru Gøtu kirkju.
- Í Klaksvík varð vitjað í Rótini, har Jóhanna á Tjaldrafløtti tók ímóti og vísti okkum nýggja og stásiliga skúlan.
Kims og Jóhanna siga, at Jóhanna dugdi avbera væl at greiða frá, hvat skúlin tekst við.
- Okkara Vinding-vinkonur vóru ovfarnar av fantastiska skúlanum og frálæruni, sum her er.
Áðrenn farið varð aftur til Havnar, varð vitjað á Café Fríðu.
- Tá vit komu aftur til Havnar, hildu vit 60 ára veitslu við góðum døgurða, talum, eins og gávur vórðu handaðar, siga tær báðar.
Góðir dagar, góð vinfólk
Fríggjadagurin var seinasti dagurin hjá Vinding-vinkonunum í Føroyum á hesum sinni, og tá var shopping á skránni.
- Farið varð við bussi á flogvøllin klokkan 17 - eftir nakrar góðar dagar her í Føroyum saman við góðum vinfólkum, sum vit komu at kenna á Vinding Husholdningsskole í Danmark í 1966, siga Kims Reinert Lamhauge og Jóhanna Petersen.
##med3##
Vit kunnu leggja aftrat, at hetta var triðju ferð, at donsku Vinding-vinkonurnar hjá Kims og Jóhonnu vitjaðu í Føroyum, hesaferð við makum.
Vinkonurnar hava longu tikið avgerð um at hittast aftur næsta summar, og tá verður tað á Sælandi.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##

























