Ein dystur er í kvøld leiktur í SMS-deildini.
Suðuri í Vági eydnaðist tað VÍF at vinna 33-26 á VB. Vágskvinnur vóru betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru bert tvey mál á muni. Tá var støðan 15-13 til VÍF.
Krista Mohr Leo var við átta málum toppskjútti hjá VB. Við sjey málum var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen toppskjútti hjá VÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Vági, og støðuna í deildini:
##med2##
##med3##












