VÍF vann triðu og avgerandi FM-hálvfinaluna í SMS-deildini í Hoyvíkshøllini.
VÍF vann í kvøld 26-25 aftaná at hava verið á odda 15-13 í steðginum. Fimm minuttir undan steðginum var H71 á odda 13-11, men tá vendi VÍF 11-13 til eina 15-13 leiðslu. H71 megnaði at javna til 22-22, men megnaði ikki at leggja seg á odda í seinna hálvleiki.
Í FM-finalunum møtir VÍF Kyndil. H71 skal spæla bronsudyst móti Neistanum.
Anna Elisabeth H. Weyhe og Karin Egholm vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá H71. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var við átta málum toppskjútti hjá VÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 3. FM-hálvfinaluni millum H71 og VÍF:
##med2##












