SMS: VÍF vann stórsigur á VB

VÍF vann fimtanmálssigur á VB í høllini í Vestmanna

Tíðliga seinnapartin var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini í Vestmanna tók VÍF móti VB.

 

Longu í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 18-8, og tað endaði eisini við stórsigri 36-21 til VÍF. 

 

VÍF var á odda 6-0 áðrenn vágskvinnur megnaðu at skjóta fyrsta málið.

 

Durita C. Jojic (myndin) og Agnas Funn vóru toppskjúttar hjá VÍF við sjey málum hvør. 

 

Agatha Kjærbæk Djurhuus, Sanja Pajic og Rúna M. Jacobsen vóru toppskjúttar hjá VB við fimm málum hvør.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN92862147216
 KYNDIL92812225916
 STÍF9261262-110
 VÍF92762512510
 H718248232168
 STJØRNAN9227263-366
 EB8200253-533
 VB9221303-821