Hann sigur frá rættiliga nógvum vindi í morgin, mánadagin og tað fer at órógva siglingina hjá Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina í morgin árini.
í hesum sambandi er avgjørt, at Smyril avlýsir teir fyrstu túrarnar tíðliga í morgin árini.
Sostatt verður túrurin av Krambatanga í morgin árini klokkan seks, ikki sigldur og ei heldur túrurin av Havnini klokkan 8.30.
Annars boðar Strandferðslan frá í morgin árini, hvussu siglt verður, tá ið tað líður út á dagin.
Eftir tíðindunum nú at døma, verður tað upp í 25 metrar um sekundið í morgin av útsynningi og vestri, men út á dagin makar hann vindin eitt sindur aftur og fer upp í útnyrðing við eini megi upp á 18 metrar um sekundið.
Týsnáttina fer hann upp í norðan og minkar vindin enn meiri, niður í 10-15 metrar um sekundið.