Veðrið darvar framvegis samferðsluni um Suðuroyarfjør, og er hetta onnur vikan, at siglingin um Suðuroyarfjørð hevur verið óreglulig.
Og eisini í morgin eru broytingar og avlýsingar í ferðaætlanini hjá Smyrli.
Ssl.fo sigur soleiðis nú seinnapartin:
Fyri veður eru hesar broytingar á leið 7 í morgin, hósdagin: Túrarnir av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11.30 verða ikki sigldir. Túrurin kl. 21:15 av Havnini verður framskundaður til kl. 20.00.
Ferðaætlanin fyri hósdagin sær soleiðis út: 06:00 av Krambatanga 14:15 av Havnini 17:30 av Krambatanga 20:00 av Havnini











