Smyril fellur í órøkt: Krevur stórar ábøtur

Flaggskipið hjá Strandferðsluni fellur í órøkt tí at pengar eru ikki til at røkja tað fyri

Játtanin hjá Strandferðsluni hevur verið so tepur í nógv ár, at stovnurin hevur ikki ráð til at røkja Smyril og hini skipini, sum tey eiga at verða røkt.

Tað staðfestir Vinnumálaráðið, nú løgtingið arbeiðir við fíggjarlógini fyri næsta ár.

 

Í veruleikanum er játtanin hjá Strandferðsluni so tepur, at fyri ein part er gongdin í oljuprísinum avgerandi fyri um tey klára at halda játtanina ella ikki.

Vinnumálaráðið sigur, at heldur oljuprísurin næsta ár sær á sama stigi sum í ár, verða útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til olju, 4,7 milliónir lægri næsta ár, enn upprunaliga mett, tá ið tølini vórðu sett á fíggjarlógina.

 

Og vinnumálaráðið heitir nú staðiliga á Fíggjarnevndina um ikki at skerja játtanina til Strandferðsluna.

Ístaðin mælir vinnumálaráðið til at tær 4,7 milliónirnar, sum fara at leypa av á oljukontuni, verða partvís brúktar til eina eyka manning afturat til Smyril.

Tað kostar 2,7 milliónir krónur.

 

Vinnumálaráðið mælir til, at restin verður brúkt til ábøtur á skipini hjá Strandferðsluni.

Smyril einsamallur eru so illa røktur, at av røttum skuldi átta milliónir verðið brúktar til ymsar ábøtur, so langt efturút er Strandferðslan at røkja hann.

 

Hilmar Eliasen, stjóri, sigur, at talan er um alla ta vanligu røktina, sum tey hava verið noydd at útseta alla tíðina, av tí at játtanin røkkur ikki til.

Talan er ikki um viðurskifti sum á nakran hátt ávirka trygdina.

Men hann ásannar eisini, at tess longri verður bíðað, tess størri verður upptakið, tá ið tað verður tikið.

 

Og hann leggur afturat, at fær Smyril ikki eina eyka manning, fer tað at knípa alvorliga at halda nýggju reglurnar um hvílitíð.

Tey vænta at tað fer so dánt at ganga um summarið, tá ið veðrið er gott og lítlar og ongar seinkingar eru.

Men hann stúrir illa fyri vetrinum, tí verður Smyril seinkaður ein túr, má hann leggja ein annan túr burtur ímillum.

- Reglurnar fyri hvílitíðirnar eru soleiðis, at verður farið út um mark, skal tað takast inn aftur dagin eftir. So verður Smyril seinkaður ein túr, má ein túrur leggjast burtur ímillum beinanvegin.

Og um veturin er rættiliga vanligt við seinkingum, tí veðrið er so ólagaligt.

Men hann sigur, at fær Smyril eina eyka manning, verður Strandferðslan leys av øllum teimum trupulleikunum.