Smyril Line hevði í 2017 eitt yvirskot á 46 milliónir krónur. Talan er um eitt nakað lakari úrslit enn árið fyri, men í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum upplýsir felagið, at nevnd og stjóri eru nøgd við úrslitið.
Felagið vísir á, at ein av orsøkunum til, at úrslitið ikki gjørdist eins gott og undanfarna ár, var høgi oljuprísurin, ið var 40 prosent hægri enn í 2016.
Upplýst verður eisini, at sølan umborð á Norrönu var umleið hin sama sum undanfarna ár og at framgongdin hjá Smyril Line á útlendsku marknaðunum helt fram í 2017, eins og árini frammanundan.
- Vit keyptu farmaskipið Mykines, sum byrjaði siglingina 1. apríl 2017. Hetta varð gjørt fyri at nøkta eftirspurningin frá farmakundum við einum meira fullfíggjaðum rutuneti. Mykines røkir leiðina millum Thorlakshøfn, Rotterdam og Tórshavn. Ætlanin við íløguni í Mykines og nýggju leiðini er eisini at økja um farmavirksemi okkara uttan fyri Føroyar, so vit í framtíðini verða minni tengd at einum einstakum marknaði. Umframt Norrönu hava vit sostatt trý farmaskip í flotanum, nevniliga Eystnes, Hvítanes og Mykines, skrivar felagið í tíðindaskrivinum og leggur afturat.
- Umframt at vit hava økt um flotan, hevur góða búskaparliga gongdin í Føroyum havt við sær, at farmavirksemið er vaksið munandi. Hetta hevur sett stór krøv til okkum, men enn sum áður er aðalmálið at seta kundans tørv í fokus. Megna vit hetta, síggja vit eisini góðar vakstrarmøguleikar á hesum virkisøkinum.
Tilsamans starvast umleið 330 fólk í Smyril Line samtakinum, har av nógv tann størsti parturin eru føroyingar.