Smyril Line nógv nýtt á skránni

Á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line hava tey gjørt nógv við at menna úrvalið av tilboðum til bæði føroyingar og útlendingar, og stórur áhugi er fyri mongu tilboðunum

Í dag fer nýggja Norrøna aftur í sigling. Hetta er sjálvsagt nakað, ið tey fegnast um á skrivstovuni hjá Smyril Line, og samstundis kunnu tey fegnast um, at stórur áhugi tykist verða fyri mongu pakkatilboðunum hjá Smyril Line.

Nógv fólk á ferð á páskum
Áki Jespersen, leiðari av ferðamannadeildini hjá Smyril Line, sigur, at tað hevur verið ein vaksandi áhugi fyri pakkaferðum í ár. Millum annað eru sera nógvar bíleggingar til pakkatúrarnar, ið skipað verður fyri á páskum. Yvir 2000 fólk hava bílagt sær ferðaseðil úr Føroyum til ávíkavist Danmarkar og Noregs teir báðar páskatúrarnar, og tað legst allatíðina afturat.
Serliga stórur er áhugin fyri at koma til Danmarkar og gista eina viku í eini í Danland-íbúð. Hetta er ógvuliga familjuvinarlig støð, har nógv er hjá børnum at takast við. Men Áki Jespersen sigur, at í ár hevur tað eisini verið stórur áhugi fyri pakkaferðunum til Noregs á páskum, og tað er kanska eitt sindur óvæntað.
Tað vísir seg eisini, sigur Áki Jespersen, at stórur áhugi er millum føroyingar fyri at fara við Norrønu til Noregs hesa ársins tíð, so at tey kunnu standa á skíð. Nógvir føroyingar fara á hvørjum ári uttanlanda á skíðferð, og í Noreg eru nakrar av bestu umstøðunum í heiminum til slíkar ferðir, og hetta hava skíðáhugaðir føroyingar lagt til merkis. Í Noreg siga tey seg eisini kunna garantera kava á páskum, um onkur skuldi havt áhuga fyri at farið á skíðferð.

Normenn tikið væl móti rundferðum
Eitt annað nýtt tiltak hjá Smyril Line, ið er við at vinna fram, eru tær sonevndu rundferðirnar. Hetta hevur verið eitt serligt tilboð til normenn, har teir fara úr Bergen við Norrønu týsdag og koma aftur til Bergens eina viku seinni.
Á ferðini verður siglt við Norrønu á farleið hennara, og á teimum ymisku støðunum, ið Norrøna leggur at, verður skipað fyri ymiskum útferðum. Nú í vetrarsiglingini liggur Norrøna nátt á Seyðisfirði í Íslandi, og tá hava ferðafólkini møguleika fyri at velja ímillum at gista umborð, ella kunnu tey fara við bussi til Akureyrar og gista har um náttina. Áki Jespersen sigur, at heilt nógvir normenn hava tikið av hesum tilboðnum, og tað fegnast tey sjálvsagt um á Smyril Line.

Stór undirtøka fyri bussferðum
Í summar skipar Smyril Line eisini fyri bussferðum til eitt nú Danmarkar, Týsklands, Ísland og Noreg. Á tí einu bussferðina til Íslands, ið verður rópt ein pensionistaferð, hava nærum 100 fólk longu bílagt pláss, og á tí eini bussferðini til Noregs er eisini alt útselt, sigur Áki Jespersen.
Smyril Line skipar eisini fyri bussferð til norska dansebandfestivalin, og hesum hevur eisini stórur áhugi verið fyri. Ein bussur er longu nú nærum fullur, og Áki Jespersen sigur, at harafturat er onkur bólkur, sum sjálvur hevur leigað sær buss og ætla sær á dansebandfestival. Her ræður um at gera skjótt av, um man ætlar sær við á dansebandfestivalin, tí tað gerst truplari og truplari at fáa innivist í Noreg í sambandi við festivalin. Áki Jespersen sigur, at eftir hansara tykki sær tað heilt gott út fyri summarsiglingina hjá Norrønu, men tað venda vit aftur til seinni.