FERÐAVINNA
Tíðindaskriv
Smyril Line fer nú at menna sítt virksemi í Týsklandi, sum er størsti marknaðurin hjá felagnum. Fyrst í september letur Smyril Line Deutschland upp skrivstovu í Kiel, har tvey fólk fara at starvast.
Týska ferðamannastovan, J. A. Reinecke í Bargteheide stutt uttan fyri Hamburg, hevur verið aðalsøluumboð hjá Smyril Line, síðani felagið byrjaði sítt virksemi í Týsklandi í 1983.
? Samstarvið við J.A. Reinecke hevur verið sera gott, men skulu vit styrkja støðu okkara á týska marknaðinum, er neyðugt at vera til staðar har við egnari skrivstovu, sigur Jóanes á Váli, stjóri í Smyril Line.
J. A. Reinecke heldur fram at avgreiða ferðaseðlar vegna Smyril Line, tá tað snýr seg um ferðing úr Týsklandi í 2004, til Smyril Line Deutschland letur upp. Allir fyrispurningar um ferðing úr Týsklandi í 2005 skulu stílast til nýggju skrivstovuna:
Smyril Line Deutschland
Sell Speicher
Wall 55
24103 Kiel
Tel: 0431-200886
Fax: 0431-2008870
E-mail: deutschland@smyril-line.fo
www.smyril-line.de