MGongst sum ætlað, verður illa umstrídda Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju í Havn, nú gjørt um til eitt stórt hotell.
Tað er Smyril Line, sum ætlar at víðka um virksemið og at gera hotell í húsinum.
Tórshavnar Býráð kom í neyð av húsinum, tí tað varð umvælt fyri 100 milliónir krónur, men tað eydnaðist ikki at fáa nakað virksemi í tað.
Tí varð 7000 fermetra stóra húsið lýst til sølu ella leigu, og har kom eitt tilboð inn upp á leiga tað.
Tað var frá Smyril Line, sum er sinnað at leiga húsið í 30 ár til hotell og annað virksemi, sum hartil hoyrir.
Síðani hava býráðið og Smyril Line samráðst um ein sáttmála, og býráðið skuldi taka støðu til leigumálið í gjárkvøldið, men málið varð útsett.
Men tað, Smyril Line ætlar, er at gera eitt hotell við 91 dupultkømrum og fleiri smærri fundarhølum.
Í siluni verður matstova í niðastu hædd við plássi til 350 fólk, við trappu upp á aðru hædd, har ein minni matstovu er. Á fjórðu hædd er høli til fyrilestrar, og annað, við plássi til 300 fólk.
Smyril Line skal rinda 3,3 milliónir í leigu, men tvey tey fyrstu árini verður leigan stívliga 1,6 millión og tvey tey seinastu árini verður hon slakar 1,2 milliónir.
Heldur leigumálið fram, verður leigan 3,3 milliónir um árið.
Harafturat skal Smyril Line rinda fyri tað, tað kostar at byggja húsið um til hotell og felagið skal eisini halda.