Smyril má bíða til klokkan 16

Trupulleikin við hekkuportrinum er nú loystur

Tíðliga í morgun vóru tekniskir trupulleikar umborð á Smyrli, tí hekkuportrið vildi ikki aftur. Smyril hevur ikki loyvi at sigla, um hekkuportrið ikki er latið aftur, og tí mátti Strandferðslan avlýsa túrin av Krambatanga klokkan 06.

 

Men tað eydnaðist teimum at fáa portrið aftur, og klokkan 08:45 loysti Smyril frá kei og setti kós móti Havnini. Smyril átti av røttum at siglt suður aftur úr Havnini klokkan 08:45, men hetta bar av góðum grundum ikki til. Smyril er júst komin á Havnina, og fyri at rætta ferðaætlanina upp liggur Smyril við kei inntil klokkan 16. Tá fer Smyril úr Havn eftir vanligu ferðaætlanini. Sostatt er túrurin klokkan 11:30 av Krambatanga avlýstur.