Smyril misti olju

Mikukvøldið misti Smyril einar 1000 litrar á sjógv á Drelnesi, og í morgun sást olja á sandinum í Trongisvági

Randi Jacobsen

Hósmorgunin fekk politiið í Suð­ur­oynni boð um, at strand­fara­skip­ið Smyr­il hevði mist nak­að av olju á sjógv kvøld­ið fyri.
Enn er ikki heilt greitt, hvussu óhappið hendi. Tað var í hvussu er ikki í sambandi við bunk­ring, men helst tá ið spillolja skuldi savn­ast saman í ein tanga.
Sløkkiliðið, Lands­verk og onn­ur tóku olj­una upp­aftur, men í morg­un sást olja á sand­inum í Trong­is­vági, og har vórðu so sperr­ing­ar lagdar út.