Smyril siglir til Runavíkar

Strandferðslan hevur syrgt fyri, at suðuroyingar mikudagin fáa møguleika at sigla til Runavíkar. Og á vegnum kunnu fólk í Streymoynni eisini fáa fart. Hetta í samband landsdystin móti Skotlandi á Svangaskarði, sum byrjar kl. 17.15. Smyril siglir av Tvøroyri kl. 7, 10 og 13, og fer av Havnini til Runavíkar kl. 15.45. Tá dysturin er liðugur, siglir Smyril úr Runavík kl. 19.45 og úr Havnini kl. 20.45. Forsøla verður á Farstøðini týsdagin og mikudagin