Sniðgevin við fløguútgávu

Sniðgevin Laila av Reyni hevur einamest verið kend fyri vøkru og ævintýrkendu kjólarnar, men í næstum gevur hon út sína fyrstu fløgu.

 

 

- Eg havi altíð havt ein dreym um at gera mína egnu fløgu, men tað er ongantíð blivið til nakað. Ikki fyrr enn nú, sigur Laila av Reyni, um fyrstu fløguútgávuna, sum hon hevur gjørt saman við Gunnari Guttesen.

 

 

Sjálv lýsir hon stílin á nýggju fløguni sum melankolskur elektropoppur.

 

 

 

Um miðjan oktober verður útgávukonsertin í Østrøm. Og tað verður ikki ein heilt vanlig útgávukonsert.

 

 

- Eg royni at sameina mína sniðgeving og tónleikin. Á útgávukonsertini fara umleið 20 føroyskar modellir og vinnarin av Miss World Denmark 2012 at ganga catwalk í pløggum, eg havi gjørt. Ímeðan framføri eg løg av fløguni, fortelur Laila av Reyni og leggur afturat, at eisini verður møguligt at uppliva hana sum undirvísara og kórleiðara á útgávukonsertini. 

 

 

Til ber at lesa meira um Lailu av Reyni, hennara sniðgeving, um samstarvið við altjóða mótafotografar og nýggju fløguna í vikuskiftissosialinum her

 

 

Mynd: Heinesen Myndir