Í gjár vóru framløgur um eldraøkið, og hvussu talgildar loysnir kunnu hjúkla um og veita eldri borgarum umsorgan.
##med2##
Á ráðstevnuni í dag verður dentur lagdur á samferðslu og orku í bygningum, og hvussu vit við snildum KT-loysnum kunnu skapa ein betri bý og eitt betri samfelag.
##med3##
Bæði føroyingar og gestir uttanífrá leggja fram og luttaka. Annika Olsen, borgarstjóri, hevði eina framløgu í gjár, har hon vísti á tey mál, sum kommunan hevur, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman, og hvussu umráðandi tað er, at KT verður tikið við í tær ætlanir, sum verða lagdar.
##med4##
##ms##
Í sambandi við ráðstevnuna í Kongshøll er framsýningin “Internet of Things” í Hugskotinum. Framsýningin í Hugskotinum, sum sýnir nógv ymisk sløg av vælferðartøkni, er opin fyri almenninginum í dag frá kl. 9-15.
##med5##