So byrjar hondbólturin

Menninir bíða eina viku, men longu sunnudagin fara kvinnurnar undir fyrstu dystirnir í landskappingin í 1. deild

Hondbóltur

Eftir eitt summar, har fótbólturin enn einaferð hevur tikið stóran part av ítróttaumrøðuni, er tað nú hondbólturin, sum stendur fyri tørni.
Sunnudagin verða fyrstu dystirnir í landskappingini hjá teimum vaksnu leiktir, og er talan í fyrsta lagi um kvinnurnar, sum fara í eldin.
Í Havn koma føroyameistararnir úr VB á vitjan hjá Neistanum, og har verður spennandi at vita, hvørt VB aftur í ár fer at seta sær kós móti gullmerkjunum, ella um Neistin hinvegin hevur ment seg til eitt av liðunum, sum fara at tosa við um gullið.
Í Klaksvík hevur Stjørnan í ár sett sær høg mál, og við trimum nýggjum útlendskum leikarum og afturkomnum leikarum úr egnum røðum er einki at ivast í, at tær vilja heilt upp í oddin í ár. Sunnudagin fáa tær vitjan av Kyndli, og so er spurningurin, hvørt nøkur ábending um styrkina hjá liðunum báðum verður at síggja í hesum dystinum.
Seinasti dysturin verður í Vestmanna, har Søljan kemur á vitjan. VÍF tykist aftur í ár ætla sær at teljast millum oddaliðini, men nú kappingin byrjar, restar enn at avgreiða spæliloyvini hjá teimum báðum nýggju útlendsku leikarunum. Sum skilst, so lótu vestmenningar annars umsóknina um innferðar- og arbeiðsloyvi inn longu í juli mánaði, men hóast tað eru tríggir mánaðir lidnir síðani tá, so hava tey enn einki fingið at vita, hvørt leikararnir kunnu koma til landið ella ikki.