Golden League
1. juli verður fyrsta umfar av 2005 útgávuni av Golden League kappingunum. Hendan kapping verður av mongum roknað fyri at verða tað mest torføra at vinnna inna frælsan Ítrótt. Orsøkin er, at tað snýr seg um 6 kappingar, har kravið til tey, ið vilja verða við til at vinna samanlagt, og harvið fáa part av gullbarrini (virði US$ 1.000.000 ) sum er vinninurin, er, at ein vinnur allar seks kappingarnar. Í 2005 vóru tað einans Christian Olson úr Svøríki (Trístøkk menn) og Tonique Williams-Darling av Bahama (400 m kvinnur) sum megnaðu at vinna allar seks kappingarnar, og tey býttu gullbarrina millum sín.
Í ár eru tað sjey greinar hjá monnum (100 m, 800 m, Mílin/1500 m, 3000/5000 m, 110 m forðarenning, hæddarlop og spjótkast) og 5 greinar hjá kvinnum (100 m, 800 m, 3000/5000 m, 400 m forðarenning og trístøkk)
Tað eru fleiri mans og kvinnur í kunna gera seg galdandi samanlagt um alt gongur eftir vild, tó eru tað nøkur sum hava størri møguleika fyri at vinna allar seks kappingarnar í sínari grein.
Menn
Á 100 m er Asafa Powell ein maður, sum hevur verðu óhugnaliga sterkur á teininum seinasta árið. Einasti kiksarin hjá honum var, at hann einans gjørdist nummar fýra á olympisku leikunum. Hann kemur tó at fáa harða kapping, kanska einamest frá amerikumonnum, Zakari (Ghana) og Obikquelo (Portugal).
800 m kappingin er ein sera tøtt kapping, har Wilfred Bungei er tann, sum í løtuni hevur munin. Men tað er í harðari kapping við t.d. Mbulaeni Mulaudzi (Suðurafrika), Djabir Said-Guerni (Algier) og Yuriy Borzakovskiy (Russland).
Mílin/1500 m er grein, har ein av allar størstu superstjørnum (Hicham el Guerrouj) hevur valt at gevast, og har er nú brádliga ein møguleiki hjá hinum at vinna sær heiður. Her stendur dysturin í løtuni millum Bernhard Lagat (USA), Mehdi Baala (Frakland), Ivan Heshko (Ukraine) og Paul Korir (Kenya).
3000/5000 m hevur tey seinnu árini verið ein kapping, sum Haile Gebreselaise (Ethopia) hevur dominera, men hann hevur sett skógvarnar á hyllina. Men maður kemur í mans stað, og tað er landsmaðurin Keninisa Bekele, ið er maðurin, sum ein skal vinna á, um ein vil uppá fyrsta plássi í hesari greinini. Og tað er mikið sannlíkt at ongin megnar hetta í teimum seks Golden League kappinginum, tí er Bekele favorittur til at vinna sær part av gullbarrini.
110 m forðarenning hevur seinnu árini verið ein grein, har amerikumaðurin Allen Johnson hevur vunnið tað, sum er vert at vinna, men á olympisku leikunum í Athen var tað ungi kinverjin Xiang Liu, sum fór við gullinum. Hetta er ein dystur millum rutinu og ráðstyrki hjá Johnson og eminentant teknik hjá Liu. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í ár, men tað er mikið sannlíkt, at Johnson verður torførur at steðga.
Hæddarlop hjá monnum er ofta ein tøtt kapping, men onkursvegna so megnar tann lítil Stefan Holm (Svøríki) at leypa eitt sindur hægri enn hinir í teimum týdningarmiklu kappingunum. Tí verður hann nevndur sum ein av favorittunum til at vinna allar seks kappingar.
í Spjótkast hjá monnum kann 2005 roknast sum ár 1 eftir Zelezny. Maðurin, sum byrjaði sína altjóða karrieru við at vinna Olympisk silvurmerkið í 1988 í Seul, og sum síðan hevur verið maðurin, ið hevur megna at vinna fleiri olympisk og heimsmeistaraheiti, er givin. Tað er í løtuni eingin, sum er favorittur til at takað trúnuna, men nógvir eru, sum gjarna vilja. Har ímillum olympiski meistarin Andreas Torkildsen (Noregi), Sergej Makarov (Russland), Breux Greer (USA) og Aki Parviainen (Finnland).
Kvinnur
100 m hjá kvinnum er ein grein, har kvinnur úr Bahama hava verið millum tær stinnastu. Í løtuni er tað eisini Veronica Campbell av Bahama, sum er favorittur til samlaða sigurin. Tó skal hon vanta sær harða kapping frá Yuliu Nesterenko úr Hvítarusslandi og Lauryn Williams (USA). Harafturat er franska Christina Arron altíð ein kvinna, sum kann gera seg galdandi.
Mario Mutola (Mozambique), ið einsamøll vann samlaða golden league sigurin í 2003, er aftur favorittur til at vinna samanlagt. Serliga nú olymiski meistarin Kelly Holmes hevur boða frá, at hetta er hennara seinasta ár, og at hon vantandi einans fer at fokusera uppá HM-kappingina í Helsinki seinni í ár. Mutola luttekur á 800 m teininum.
3000/5000 m sær út til at gerast ein kapping millum tær stóru rennara tjóðirnar Ethiopia og Kenya við 4 úr hvørjum landi millum 10 tær bestu í heiminum. Einans Pavey (Stórabretland) og Yelena Zadorzhnaya úr Russlandi hava megnað at blanda seg í dystin á hesum teininum. Favorittur er Isabella Ochichi úr Kenya í harðari kapping við Ethiopiarnar Tirunesh Dibaba og Werknesh Kidane.
400 m forðarenning sær út til at verða ein kapping, har Jana Pittman (Australia) endiliga kemur at vísa, hvar skápi skal standa. Pittman hevur verið ein, sum hevur verið nær við fleiri ferðir, men skaðar hava steðgað henni. Í ár sær hon út til at vera sera væl fyri. Hon fær tó væntandi harða kapping frá veteranunum Tetyana Tereshchuk-Antipova (Ukraine) og Ionela Tirlea-Manolache (Rumenia).
Trístøkk hjá kvinnum hevur í nógv ár snúð seg um eina kvinnu, Tatianu Lebedevu úr Russlandi. Hon var favorittur til at vinna gull í Athen, men hetta eydnaðist ikki, og tað er lítil ivi um, at hon hevur ætlan um at vísa, at tað er hon sum er tann besta. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt við kvinnum sum Yamile Aldama (Sudan) og Francoise Mbango (Cameroon) ið báðar hava víst, at tær eru førar fyri at leypa langt.
Hvør vinnur so part av gullinum?
Samanumtikið sær út til, at Kenenisa Bekele fær part av gullbarrini, og at Asafa Powell, Stefan Holm og Maria Mutola eru tey ið kunna steðga Bekele at fáa gullbarrina fyri seg sjálvan.