Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur havt eina heldur óstøðuga politiska kós. Fyrst var hann limur í demokratiska flokkinum, men misnøgd gjørdi, at hann fór úr flokkinum og upp í republikanska flokkin. Men nú er tað heldur ikki nóg gott longur, so í gjár kunngjørdi hann, at hann er farin úr republikanska flokkinum og er nú óheftur. Eygleiðarar í New York halda, at Michael Bloomberg hevur gjørt av at stilla upp til amerikanska forsetavalið næsta ár sum óheft valevni. Hann sigst eiga næstan 30 mia. krónur, so tað verður eingin trupulleiki at fíggja valstríðið.