Hóast hann bæði hevur trekt seg av listanum og hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum, so er Levi Mørk limur í Javnaðarflokkinum og valevni fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag lil løgtingsvalið komandi.
Tað er greitt, eftir at hann hevur verið á fundi við formann Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen. Har viðgjørdu teir nógv umrøddu viðmerkingarnar hjá honum á Facebook eftir yvirgangsatsóknina í Noreg, har hann gav innflytarum skuldina og mælti til, at allir innflytarar vórðu tveittir av landinum.
Hetta hevur formaðurin átalað, men hann staðfestir eisini, at Levi Mørk sjálvur hevur biðið um umbering fyri sína viðmerking.
Niðurstøðan frá fundinum er tí, at Levi Mørk framhaldandi er limur í Javnaðarflokkinum. Aksel V. Johannesen hevur kunnað Levi Mørk um fylgjandi:
Formaðurin/starvsnevndin hevur ikki tikið nakran av valevnislistanum og hevur ikki heimild til tess. Formaðurin/starvsnevndin hevur ei heldur heimild at seta valevnir á valevnislistan, tí í Javnaðarflokkinum eru tað limafeløgini, sum standa fyri uppstillingini.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur valt Levi Mørk á valevnislistan á øðrum uppstillingarfundi. Tað eru limirnar í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag sum avgera á triðja og seinasta uppstillingarfundi, hvørji valevni felagið skal stilla upp til komandi løgtingsval.