So er Paradise Hotel byrjað

Bæði føroyingar og danir fylgja við í sendingini Paradise Hotel, sum fyri nøkrum árum síðani bjóðaði vælkomin til ein føroyskan luttakara. Fleiri av undanfarnu gestunum á hotellinum eru í dag stjørnur í danska miðlaheiminum, og spurningurin er, hvør verður tann næsta. Í kvøld hittist genturnar og dreingirnir í Paradise Hotel fyri fyrstu ferð. Hetta er sjeynda árið á rað, at Tv3 bjóðar til Paradise Hotel.

 

Sum vanligt er, er tað ein sendirøð við sex, lygnum og sviki, og soleiðis verður eisini í ár.

 

Longu í kvøld varð støðið lagt. Luttakarin við navninum Daghan, tykist í ár verða alfahannurin, og mótspælari hansara, Sebastian, hevur longu úttalað seg til donsku miðlarnar um hann.

 

- Daghan er býttari enn ein tómur pakki av havragrýn. Í dag eru vit vinir, men har inni í Paradise Hotel, var tað mest sum um, at ein skuldi verða pedagog fyri at klára, at verða saman við honum, sigur Sebastian við bt.dk í kvøld.

 

Hann hevði valt Sabine sum sín partnara, men Daghan ? alfahannurin, tók hana, tí tað helt hann verða rætt. Men tað var kortini ikki tað, sum Sebastian varð illur um, hóast hann hevði gott eyga á Sabinu av tveimum orsøkum.

 

-Eg eri ein bróstmaður. Eg elski bróst, greiður Sebastian frá á bt.dk.

 

Fleiri røddir eru frammi um, at slíkar undirhaldssendingar gera fjøldina býtta. Í kvøld vísti DR2 eina sending um júst hesa somu undirhaldssending, har spurnartekin varð sett við, hví slíkar sendingar fáa so stóra undirtøku hvørja ferð tær eru á skíggjanum.

 

Niðurstøðan hjá DR2 var, at jú fleiri av teimum sjey deyðssyndunum er í eini sending, jú størri undirtøku fær hon. Um tað er rætt, so er ikki løgið, at Paradise Hotel á hvørjum árið er væl eydnað.