So er sigurin staðfestur

Seinasti avbjóðarin hevur givið upp, so nú er bara Donald Trump eftir av teimum 17, sum ætlaðu at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum.

Fyrst kunngjørdi Ted Cruz, at hann gavst við sínum royndum at gerast forsetavalevni eftir stóra tapið í valinum í Indiana týsdagin. Í gjárkvøldið hevur so eisini hitt valevni, sum var eftir, John Kasich, boðað frá, at hann eisini gevur upp.

 

John Kasich hevur alla tíðina ligið langt aftan fyri bæði Donald Trump og Ted Cruz, men er kortini ikki givin fyrr enn nú.

 

Tað er tískil greitt, at tað verður Donald Trump, sum verður valevni hjá republikanska flokkinum á forsetavalinum 8. novembur. 

 

Eingin ivi er tí um, at Donald Trump nú fer at leggja alla orku í at loypa á Hillary Clinton, sum allarhelst verður hansara mótvalevni, tó at hon aftur tapti ein stat, tá Bernie Sanders vann valið í Indiana týsdagin.