So eru undirskriftirnar handaðar í Tinganesi

- Innsavningin av undirskriftunum er púra ópolitisk. Tað er ikki ætlanin hjá okkum at harta nakran ávísan politikara ella flokk. 

 

Seinnapartin í dag hava umboð fyri Suðuroynna verið í Tinganesi og handað landsstýrismanninum, Una Rasmussen, eitt mótmælisskriv. 

Umframt at umsita fíggjarmál, umsitir landsstýrismaðurin eisini Strandfaraskip Landsins.

Talan er um ein áhugabólk fyri Betran av Suðuroyarleiðini, sum hevur tikið stig til at savna inn talgildar undirskriftir, og tað var Fróði Mortensen, sum handaði landsstýrismanninum undirskriftirnar, sum eru 1041 í tali. 

Fróði Mortensen segði, at undirskriftirnar svara til 2,5 prosent av øllum føroyingum, sum eru 15 ár og eldri. 

- Innsavningin er púra ópolitisk. Tað er ikki ætlanin hjá okkum at harta nakran ávísan politikara ella flokk. 

Hann vísti á, at tað hevur nógv størri týdning, at málið verður loyst heldur enn, at tað verður verður brúkt til politiskt kjak við runublakan.

- Ynskið hjá okkum er, at allir flokkar og politikarar taka í egnan barm og hygga frameftir, segði Fróði Mortensen. 

Krøvini hjá áhugabólkinum fyri Betran av Suðuroyarleiðini eru tvinni – 

* at landsstýrismaðurin, sum varðar av samferðslumálum, gevur Strandfaraskipum Landsins boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn SSL hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril og sum kann sigla við eins ferð og flyta eins nógvar bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð sum Smyril.

* at landsstýrismaðurin tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í ár at fyrireika Suðuroyartunnilin – at fígging verður útvegað og neyðug játtan verður sett av á løgtingsfíggjarlógini fyri 2023, soleiðis at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.

 

##med2##

Í Tinganesi í dag tók landsstýrismaðurin, Uni Rasmussen, ímóti undirskriftunum. Hann takkaði fyri og segði, at sjálvandi er tað hansara ynski at hava gott samband við Suðuroynna.

Men, landsstýrismaðurin ásannaði, at tað ber ikki til at broyta, nær Smyril fer í dokk, tí annars fer skipið at missa siglingarloyvi.

Uni Rasmussen segði, at um tað verður hansara vilji, so verður farið í holt við projektering av einum suðuroyartunli.

 

##med3##