So gott sum nýggj 40 ár seinni

SAMFERÐSLA: Hvønn einasta dag koyra um 4500 bilar tvørtur um brúnna um Streymin. Og hetta hevur, sum vera man, eisini sett síni spor.

Tey hjá Landsverki hava tí øll árini, síðani brúgvin kom, havt eitt vakið eyga við teirri ávirkan, ið henda ferðslan, sum bara er økt ár undan ári, hevur havt á sjálvt bygningsverkið.

Nú var tíðin komin til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum undir hesi skjótt 40 ára gomlu brúnni. Sambært nýggjastu ársfrágreiðing teirra, eru sett 6,6 mió krónur av til hetta arbeiðið tey næstu trý árini. Í ár verður arbeitt fyri tvær mió krónur.

Dekkið á brúnni er fyri kortum høvuðsumvælt, og síðani er tørnið komið til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum.

- Alt slítist við tíðini, og hetta er eisini galdandi fyri undirstøðið á brúnni, vísir Landsverk á. Grót og annað tilfar, sum fylgir við sterka streyminum gjøgnum sundið, máar spakuliga burtur av betongsúlunum.

J&K Petersen, sum vann uppgávuna at gera arbeiðið, er farið undir at gera umvælingina. Fyrsti liður í hesum arbeiði var at leggja út grótverju sunnan fyri brúnna frá Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. Grótverjan tænir somuleiðis sum byggipláss fyri tí arbeiði, sum verður gjørt. Eftir at nýggj botnverja er gjørd, er Brúgvin um Streymin so gott sum nýggj.

30. oktober í ár eru annars liðin 40 ár, síðani Brúgvin um Streymin varð tikin alment í nýtslu, og tað var tá fyrsta brúgv fyri bilferðslu um Atlantshavið.

Hetta var dagin eftir, at kenda brúgvin um Bosporus-sundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, lat upp fyri almennari ferðslu.

MYND:

30. oktober í ár eru annars liðin 40 ár, síðani Brúgvin um Streymin varð tikin alment í nýtslu

(Mynd: landsverk.fo)