So greitt vann Messi

FIFA hevur nú kunngjørt hvussu nógv prosent av atkvøðunum vinnararnir fingu.

FIFA hevur á heimasíðu síni kunngjørt hvussu nógv % av atkvøðunum trý tey fremstu í hvørjum bólki vunnu tær ymisku útnevningarnar á Ballon d'Or-tiltakinum. Her sæst eitt nú, at Lionel Messi vann rættiliga greitt ímóti Cristiano Ronaldo í kappingini um at gerast heimsins besti leikari í 2015.


Ballon d'Or:
Lionel Messi (41.33%)
Cristiano Ronaldo (27.76%)
Neymar (7.86%)

Les eisini: Messi er heimsins besti

Ársins kvinnuligi fótbóltsleikari:
Carli Lloyd (35.28%)
Célia Šašić (12.60%)
Aya Miyama (9.88%)


Puskas Award (ársins mál):
Wendell Lira (46.7%)
Lionel Messi (33.3%)
Alessandro Florenzi (7.1%)

Les eisini: Síggj heimsins vakrasta mál

Ársins mannligi venjari:
Luis Enrique (31.08%)
Pep Guardiola (22.97%)
Jorge Sampaoli (9.46%)

Les eisini: Enrique og Ellis bestu venjararnir

Ársins kvinnuligi venjari:
Jill Ellis (42.98%)
Norio Sasaki (17.79%)
Mark Sampson (10.68%)