So hvarv gamla kommunukontórið

Týskvøldið 13.juni 06 varð skipað fyri eini heldur øðrvísi samkomu í gamla kommunukontórinum í Vági. Hetta skuldi gerast síðsta ferðin, at húsini tæntu nøkrum veruligum endamáli. Tað vistu tey, ið savnaðust, og júst hetta var eisini orsøk til hesa sonevndu mentanar- og farvælsamkomu. Dagin eftir stóðu húsini ikki longur

Gløgt er gestsins eygað. Soleiðis verður ofta tikið til. Og ikki sørt, at hetta varð prógvað týsdagin.
Mangur vágbingur hevði hug at smílast ella at tykjast líkaglaður, tá tað frættist, at týskvøldið skuldi ein sonevnd farvælsamkoma verða í gamla kommunukontórium, tí dagin eftir fóru menn undir at taka húsini niður.
Hóast dómurin langt síðani er fallin, so hevur mangan verið at hoyrt í krókunum, at tað var nú spell, at onki varð gjørt við húsini fyrr, so tey kundu verið bjargað.
Tað var tónleikalærarin og ígongdsetarin Ulf Nordlund, sum fekk hugskotið til samkomuna, innan húsini hvurvu. Hann hevur verið tónleikalærari í Suðuroynni í 3 ár og fekk í lag, at tónleikaundirvísing fór fram í húsunum, sum Miðnámsskúlin annars eisini hevur nýtt sum bókasavn.
Men húsini stóðu ikki at bjarga og avgjørt varð, at nú skuldi tað verða, at tey skuldu burtur.
Drotning Margretha á altanuni
Húsini eru , ella vóru, valahús, ið fólk av betra sonevnda betra slagnum áttu. Og húsini hava sanniliga verið vøkur og stásilig, tað sæst á gomlum myndum, og farvegurin eftir hesa tíð sást eisini, hóast húsini nú stóðu at falla. Hetta vóru hús, ið vóru nakað meira, enn vanlig gomul hús á bygd í Føroyum.
Her skal søgan ikki reksast upp, men nevnast kann, at stats­menn og kongalig hava vitjað í húsunum og tá Drotning Margretha var ung, stóð hon á altanuni á hesum húsunum og veitraði saman við systrum sínum.

Heldur skal her greiðast stutt frá samkomuni og rúm gerast fyri myndum. Skrá var fyri kvøldið, sum nógv fólk hevði leitað til, hóast áhugavert sjónvarpskvøld var við tíðindum og spennandi fótbólti.
Fólk við tilknýti til húsini mintust og søgdu frá, og so vóru nøkur biðin um at hyggja fram og geva boð uppá, hvar Suðuroyggin er um 30 ár. Eisini var tónleikur á skránni. Musikskúlanæmingar spældu og Karin Brattaberg sang og Niels Nolsøe hevði klaverfylgispæl.
Eisini var sera áhugavert at síggja nógvar gamlar myndir úr Vági, tær flestu við tilknýti til húsini.
Minnir
Eftir at hava hoyrt upptøku við Amy Eystberg, sum tænti í húsunum fyrst í tríatiárunum, og sum býr í Skopun, fekk Torleif Augustinussen, fyrrverandu býáðslimur, orðið. Hann greiddi frá húsunum, sum eru bygd í 1930, og um tíðina sum býráðslimur í húsunum fyri skjótt mongum árum síðani. Hann minti á og nevndi fleiri fínar vitjanir, sum húsið hevur verið karmur um, m.a. statsmenn og kongalig, t.d. Anker Jørgen­sen, Krag og so tær 3 prinsess­urnar í 1963.
Jóvan Krosslá, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri, greiddi eisini frá fakta og tí søguliga í húsunum. Í 1959 gjørdust húsini kommunukontór og vóru tað til 1995, tá býráð og umsiting flutti í onnur og betri høli.
Søguligur er málningurin av sluppini á glasplátu ovast í skjøldrinum, sum William Smith málaði. Jógvan minti á, at málningurin lýsti og tendraði og slóknaði við gøtuljósunum.
Torgerð Suðuroy fekk orðið og greiddi frá, at mamma hennara tænti í húsunum og at hon tí kendi eitt sindur til hus og húsfólk. Men hóast Torgerð eisini royndi seg sum genta í húsi, so gav tað meira og var stuttligari at vaska fisk, og Torgerð greiddi skemtiliga frá hesum viður­skiftunum í sekstiárunum.
Millum røðurnar leiktu musikkskúlanæmingar.
Framtíðin
Men í hesum visjónstíðum, so var ikki bert ætlanin hjá Ulf at hyggja at tí søguliga, men eisini at fáa boð uppá, hvat framtíðin bjóðar.
Johan Dahl, løgtingsmaður, fekk uppgávuna at siga sína hugsan um hesi viðurskifti. Hann minti á orðini, at troført er at spáa, serliga um framtíðina, men ongin kundi so skuldseta hann fyri at siga ósatt, tí ongin av teimum hjástøddu visti, hvat fór at henda um 30 ár.
Men eftir skemt kemur álvari og Johan segði seg vóna, at Suðuroyggin og vinnulív fór at snúgva seg um annað enn fisk, t.d. ferðavinnu. Og kunningar­tøknin ger tað, at í dag er líka­mikið hvar ein er staddur, arbeiðast kann allastaðni, og hann metti, at vitan kemur at bera samfelagið fram.
Karin Brattaberg hugleidi eisini um visjónir og veruleikar og vísti á nógv ítøkilgt innan sangyrki og sangvenjing og læru. Hon sang síðani eina ariu og Niels Nolsøe spældi klaver.
Jan Haldansen umboðaði VB og gav boð uppá, hvat hann metti framtíðin kravdi og hevði at bjóða. Betri umstøður til ítrótt, men eisni kom Jan Haldansen inn á tann veruleika, at tíðin er farin frá sjálvbodnum arbeiði.
Katrin umboðaði mið­námskúlan og ungdómin. Hon greiddi frá sínum hugsanum og dreymum um framtíðina og nevndi trupulleikan, at fólk koma ikki aftur eftir lokna útbúgving, tí tær umstøður, ið krevjast, ikki eru til staðar.
Tá Ulf Nordlund skuldi takka, gjørdist hann bilsin, tí næmingar handaðu honum tøkk, blómur og eina gávu.
Kirstin Strøm Bech, borgar­stjóri, takkaði fyri kvøldið, og nýtti eisini høvið at takka Ulf, sum nú fer av landinum, fyri arbeiðið og áhaldni, ið hann hevur víst og hon handaði honum eisini gávu vegna býráðið.
Mikudagurin upprann og tá kvøldið kom stóðu húsini ikki longur. Nú er alt bara minnir.