So kom gongd á VÍF

Hóast tær máttu vera Soley Mikkelsen fyriuttan, so reistist VÍF í Klaksvík, tá tær seinasta korterið runnu frá Stjørnuni í einum annars jøvnum dysti

Kvinnuhondbóltur

Seinnu árini hava tað júst verið VÍF og Stjørnan, sum hava myndað oddin í føroyskum kvinnuhondbólti, men í ár tykist okkurt at vera broytt í so máta. Stjørnan hevur als ikki sama fólk at taka av, sum fyri trimum árum síðani gjørdu tær til besta liðið í landinum, og tó at nógv aftur í ár roknaðu VÍF sum favoritt undan kappingini, so hava úrslitini víst, at tær í øllum førum ikki skuluokna við at fáa serliga lætt spæl í ár.
Longu tvær ferðir hetta árið hava tær tapt landskappingardyst, og tað er sum so meira, enn tær hava tapt seinatu tvey árini, og tí var talan í nógvar mátar um ein avgerandi dyst fyri VÍF, skuldi sambandið við oddin ikki slitna fullkomuliga.

Uttan Sóley
Tí var tað helst eisini ein dyggur smeitur, at VÍF mátti vera ein av mest týðandi leikaurnum fyriuttan, tá Sóley Mikkelsen ikki sá seg føra fyri at spæla, og í staðin mátti taka sæti við síðuna av Daniel og Ioanau Rápa á beinkinum. Undir øllum umstøðum gjørdi hetta fortreytirnar verri undan dystinum, og leingi var eisini líkt til, at Stjørnan skuldi geva VÍF ein heilt skarpan gang.
Somikið hart spentar vóru vestmannakvinnurnar, at fyrstu trý korterini var millum lítil og eingin munur á liðunum. Serliga í fyrra hálvleiki tóktis tað heldur so, at Stjørnan var við yvirlutan, men VÍF slepti ongan tíð takinum, og í seinna gav hetta at bíta. Venjingarstøðan hjá gestunum var snøgt sagt eitt vet betri enn hjá heimaliðnum, og so við og við fánaði spælið hjá Stjørnuni. Agne Masenaite megnaði ikki einsamøllat stnda ímóti trýstinum, og so skrædnaði seinastu løtuna, tá VÍF eitt langt skifti skoraði átta ferðir, meðan Stjørnan bert fekk eitt mál.

Sostatt fekk VÍF loksins aftur ein sigur á kontina, men enn tykjast tær ikki sannførandi í stríðnum um heiðursmerki. Hinvegin sýndi avrikið, at venjingarstøðan hjá leikarunum er um at vera har, sum hon eigur at vera, og júst hetta hevur seinnu árini verið ein av høvuðsorsøkunum fyri góðu avrikunum. Hvørt hetta so er nóg mikið til ein sess heilt frammi í oddinum, er fyribils ein ósvaraður spurningur, og partvíst verður hesin kanska svaraður, tá tær um eina viku taka ímóti Kyndli í einum dysti, sum longu nú er farin at líkjast einum fyribils farvæl til eitt av teimum liðum, sum undan kappingini vórðu roknað sum eitt gott boð til ein oddasess.
Her verður tað neyvan, at Stjørnan fer at halda til, men hóast tað, so hevur liðið higartil sýnt, at tær væl kunnu spæla upp til tey sterkastu liðini. Enn hevur úrtøkan tó ikki verið til fleiri enn trý stig, men halda tær á fram við sama treysti, so er einki at ivast í, at stigini so líðandi fara at koma, og higartil hevur talan verið um ein javna kapping, so tað er kanska ikki heilt óhugsandi, at tær fara at ota seg longur upp á stigatalvuna, sum árið líður.

Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 16-20 (7-7)
Málskjúttar
Stjørnan: Danijela Ercevic 6(2), Natasja Stamencovic 6(2), Una Olsen 2, Súsanna Hansen 1, Jastrid Gullaksen 1, Gunnvør Isaksen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 8(2), Nicoleta Radu 4(1), Hertha Simonsen 3, Fríða Marjunardóttir 3(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1, Jóna Jógvansdóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 6, VÍF 6
Útvísingar: Stjørnan 3, VÍF 3
Dómarar úr StÍF: Alexander Johansen & Marian Cirliganescu