So kom Kári

Fyrsta live framførslan á G! festivalinum í gjárkvøldi gav eina góða kenslu av, at hetta verður eitt gott vikuskifti

 



G!

Meinhard Jensen


Í sólskini byrjaði live-parturin av G!Festivalinum 2007 við Kára Sverrison.


“So kom várið.” Tað vóru fyrst sungnu orðini á G!Festivalinum í ár. Kári Sverrisson sang 12 sangir á spæliplássinum, sum er ein nakað minni pallur, enn tann á sandinum.


Sólin skein inn á pallin alla konsertina, og saman við framúr góða tónleikinum gav tað eina góða kenslu av, at hetta verður eitt gott vikuskifti.


Helvtin av sangunum var av fløguni “Meðan vit nærkast jørðini,” og einir tríggir eru ikki útgivnir, so tað var nýtt tilfar.


Tá konsertin var komin væl í helvt, kom Jens Thomsen á pallin og spældi undir ein sang. Tað var sangurin “Fjøllini standa úti”, sum Jóanes Nielsen hevur skrivað orð til. Ljóðførið hjá Jens var ein hegnpeli, sum var riggaður til sum ein kontrabassur.


Rímiliga fitt av fólki var til konsertina, og øll lótu væl at framførsluni.