So koppaðu vestmenningar

StÍF-VÍF 27-23 (17-10):
Gott málmansspæl og ein tjóvstartur av teimum heilt stóru vóru hornasteinarnir, tá StÍF aftur í gjørdist liðið, sum feldi vestmenningar

Coca-cola kappingin ? menn

Í fjør vóru strandingar teir einastu, sum megnaðu at gera nakað sum helst við einaráðandi meistararnar úr Vestmanna. Tvær ferðir vunnu strandingar dyst móti VÍF, og annar av hesum var sum kunnugt steypafinalan.
Summi fyribrigdi hava hetta við at endurtaka seg sjálvi, og mikukvøldið fekst aftur ein staðfesting av, at strandingar í øllum førum hava teir eginleikarnar, sum skulu til fyri at basa gula herinum.

Tvóvstartaðu
Tað eydnaðist nevnliga StÍF at vinna fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini móti VÍF, og tó at hetta á ongan hátt hevur tryggjað teimum víðari luttøku í kappingini, so er ein leiðsla á fýra mál so avgjørt ikki at forkasta.
Sigurin hesa ferð var fyrst og fremst grundaður á eina sera sannførandi byrjan, har vestmenningar mest sum ikki fingu eitt bein til jørðina.
Strandingar fingu alt fyri eitt skipa verjuna, soleiðis at vestmenningar vórðu noyddir at royna seg við skotum frá bakspælarunum, og hóast frægir skjúttar sum Piti Negru og Áki Olsen teljast millum hesar, so eydnaðist Marian Cirlogenescu at læsa dyrnar fullkomuliga.
Burtur sæð frá einum brotskasti, so skuldu ganga 13 minuttir, áðrenn VÍF fann veg til meskarnar, og tá strandingar tá longu høvdu framt hetta kynstri níggju ferðirnar, so skuldi tað gerast tungt.

Fingu eina vón
Tey trý korterini, sum eftir vóru, royndu gestirnir at minka um munin, men fram til tað seinasta var líkt til, at hetta ikki skuldi eydnast. Hvørja ferð VÍF hevði hug at toga eitt sindur, so svaraðu strandingar aftur, og ein minutt fyri leiklok vóru framvegis seks mál á muni.,
StÍF hevði enntá møguleikan at økja upp í sjey mál, men Marius misnýtti møguleikan, tá hann var komin inn um VÍF-verjuna, og loksins tóku vestmenningar av. Fyrst eitt kontra mál og síðani eitt í seinastu sekundunum minkaðu munin niður í fýra mál, og hetta kann hugsast at gerast lívlínan, sum VÍF skal halda fast í, tá seinna hálvfinalan er á skránni um eina viku.

Útlitini
Tað var heldur ikki sørt, at bæði liðini løgdu dent á týdningin av hesum, tá vit hósmorgunin royndu at fáa onkrar viðmerkingar um dystin sjálvan og útlitini fyri einum finaluplássi.
- Vit skulu í øllum førum vera glaðir fyri, at munurin ikki gjørdist størri enn fýra mál, helt Áki Olsen hjá VÍF fyri.
- Við hesum eru teir í øllum førum undir trýsti undan seinna dystinum, hóast fýra sjálvandi eisini er torført hjá okkum at vinna innaftur. Í øllum førum skulu vit spæla nógv betri í seinna dystinum, um tað skal eydnast.
- Burtur sæð frá sigrinum á Neistanum, so hava vit ikki spælt nakað serliga væl síðani eina ferð í heyst, og tað gongur ikki í longdini. Í tí dystinum æfingu vit annars toga okkum upp, tá vit vóru undir trýsti, og tað verða vit so noyddir at gera aftur, um vit skulu koma í steypafinaluna, sigur Áki.
Hann roknar annars ikki við, at VÍF verður betri mannað til tann dystin. Sámal Joensen hevur ein vøddaskaða í rygginum, og tað verður ikki rokna við, at vestmenningar fara at spæla hasard við hesum, tí sum Áki sigur, so er kappingarárið eisini annað enn steypafinalan, hóast VÍF sjálvandi ætlar sær hesa, um møguleikin býðst.
Jón Rasmussen hjá StÍF var heldur ikki ósamdur í, at seinastu málini hjá VÍF kunnu fáa nógv at siga í seinna dystinum.
- Eg vil í hvussu so er siga, at tað hevði verið nakað væl frægari at fari til Vestmanna við einum fimm-seks málum, heldur enn teimum fýra, sum vit nú hava, men hin vegin hava vit nú vunnið okkum ein góðan fyrimun, og so skulu vit bara klára at halda fast um hendan, sigur hann.
Hvussu er og ikki, so røkist í øllum fyri, at talan kann gerast um eitt steypabrak av teimum heilt stóru, tá VÍF og StÍF hittast aftur um eina viku. Tað líkist einum dysti, har báðir partar hava alt at vinna, og slíkir eru sjáldan av tí keðiliga slagnum.

Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 27-23 (17-10)
Málskjúttar:
StÍF: Costin Dumitrescu 8(3), Artur Johansen 7(1), Alexandur Johansen 3, Bent Djurhuus 3, Jón Rasmussen 2, Andre F. Danielsen 2, Sveinur Justinussen 1, Marius Joensen 1
VÍF: Ingi Olsen 7(1), Áki Olsen 5(1), Agnar Joensen 5, Rógvi Nielsen 3, Johnny Joensen 1, Áki G. Olsen 1, Piti Negru 1
Brotskøst: StÍF 4, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 6
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen